Strandarlondini partvís samd

Strandarlondini partvís samd
Strandalondini eru komin ásamt um eina mest loyvda veiðu á sild og svartkjaft fyri 2019, men enn er semja ikki funnin um býtið.
 
07.11.2018 - 11:11

Samráðingareiðarin, Herluf Sigvaldsson, sigur, at støðan eftir strandalandasamráðingarnar, sum hava verið í London seinastu dagarnar, er tann, at strandalondini eru komin ásamt um eina mest loyvda veiðu á sild og svartkjaft fyri 2019, men enn er semja ikki funnin um býtið.

Londini hava valt at fylgja ráðunum frá ICES um mest loyvdu veiðina fyri norðhavssildina og svartkjaftin.

ICES mælir til at hækka sildakvotuna upp í 588.000 tons í 2019. Tilmælið fyri árið í ár var 384.000 tons.

Hinvegin mælir ICES til eina lækking á svartkjaftakvotuna - niður í 1.1 milliónir tons úr 1.3 milliónum tonsum í ár.

Samráðingarnar um makrelin verða hildnar í Írlandi, og tær byrja í dag.

Har hevur verið roynt at leingja semjuna, sum var gjørd í 2014 og at áseta eina mest loyvda veiðu fyri 2019, men enn er ikki komið á mál.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819