Eykaaðalfundir um samanlegging í Eysturkommunu

Eykaaðalfundir um samanlegging í Eysturkommunu
Arbeiðarafeløgini í Gøtu og Leirvík ætla at leggja saman
Leirvík.
 
08.11.2018 - 08:03

Arbeiðarafeløgini í Eysturkommunu, Gøtu arbeiðarafelag og Leirvíkar arbeiðarafelag, ætla at leggja saman.

Men limirnir skulu eisini spyrjast um tað, og bæði feløgini hava eykaaðalfund samstundis, 21.november kl.18.00.

Tá hesir fundir hava verið, er ætlanin at stovna nýggja felagið.

Fyrsta stigið var tikið 31.oktober, tá feløgini høvdu felags eykaaðalfund.

Formenninir í báðum feløgum siga, at limirnir vilja leggja feløgini saman. 

Ætlanin er tó at varðveita bæði feløgini, men tey verða løgd saman í eitt nýtt felag.

Í feløgunum báðum eru tilsamans knappliga 400 limir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585