Trump sagt løgmálaráðharran úr starvi

Trump sagt løgmálaráðharran úr starvi
Amerikanski forsetin, Donald Trump segði í gjár løgmálaráðharran, Jeff Sessions úr starvi.
 
08.11.2018 - 09:44

Amerikanski forsetin, Donald Trump segði í gjár løgmálaráðharran, Jeff Sessions úr starvi og hótti við báli og brandi, um demokratarnir brúka sín nýggja meirluta í Umboðsmannatinginum at seta kanningar í verk av umsitingini og fíggjarligu viðurskiftunum hjá sær.

Vátt kom í reiðsrið millum Trump og Sessions, tá løgmálaráðharrin segði seg vera ógegnigan í sambandi við kanningarnar um, hvørt Russland blandaði seg upp í forsetavalstríðið í 2016.

Reuters skrivar, at Sessions er tann fyrsti av væntandi fleiri útskiftingum, nú Trump fer at fyrireika sítt lið fram móti forsetavalinum í 2020.

Trump hevur útnevnt Matthew Whitaker fyribils at taka yvir eftir Sessions. Whitaker hevur áður verið atfinningarsamur móti serliga kanningarleiðaranum, Robert Mueller, sum enn ikki er liðugur við sítt kanningararbeiði av møguligum sambandi millum Trump-valstríðsliðið og Russland.

Stigið hjá Trump fekk alt fyri eitt demokratarnar at ressast við.

Nancy Pelosi, sitandi forkvinna hjá demokratunum í Umboðsmannatinginum, skrivar á twitter, at stigið er ein roynd at seta fót fyri Russlandskanningini, og hon mælti Whitaker til at skýra seg ógegnigan í øllum, sum hevur við Mueller-kanningina at gera, skrivar Reuters.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819