Vil ikki samráðast við danskt felag um flogternur

08.11.2018 - 07:01
AktueltSamfelag
Vil ikki samráðast við danskt felag um flogternur
Sáttmálin fór úr gildi 1.november. Ongar samráðingar byrjaðar um nýggjan sáttmála
Flogternurnar hjá Atlantic Airways hava ongan sáttmála, men arbeiða eftir sáttmálanum, sum fór úr gildi 1.november.
 
 

Flogternurnar hjá Atlantic Airways hava ongan sáttmála í løtuni.

Sáttmálin fór úr gildi 1.november, men arbeitt verður framvegis eftir honum.

Ongar samráðingar eru í løtuni um nýggjan sáttmála.

Flogternurnar fóru upp í Starvsmannafelagið fyrst i 2016. 

Men í september í ár fóru úr tær Starvsmannafelagnum aftur og í danska felagið FPU, Flyvebranchens Personale Union.

FPU hevur biðið Føroya arbeiðsgevarafelag um samráðingar um nýggjan sáttmála. 

Men svarið haðani er, at Føroya arbeiðsgevarafelag hevur ikki samráðingar við donsk fakfeløg.

Og har er málið nú. Næsta stigið hjá FPU er ikki tikið enn.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. januar
LEITISSTEIN 11.01.2019 (Tema: Ghost)
89999
Týsdag 15. januar
Góðan morgun Føroyar 150119
89956
Týsdag 15. januar
Góðan morgun Føroyar 140119
89955
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. januar
Tað stóra sjúkrahússtríðið (2:2)
89912
Týsdag 15. januar
Brennidepil: Skúlamaturin sparast
89973
Mánadag 14. januar
3-2
89939
Mánadag 14. januar
Bella loggar inn (1:7)
89985
Mánadag 14. januar
Blachman á tímatalvuni (2:2)
89907