Trump og Macron ósamdir um felags her

10.11.2018 - 12:17
Aktuelt
Trump og Macron ósamdir um felags her
Macron og Trump hittast í dag í samband við 100 ár eru liðin, síðani heimskríggið endaði
 
 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og franski starvsbróðir hansara, Emmanuel Macron, hittast í dag á Elyseeborgini í París, í sambandi við at tað í morgin eru liðin 100 ár, síðani fyrra heimskríggj endaði.

Men viðurskiftini millum báðar forsetarnir eru ikki av teimum bestu, tí Emmanuel Macron hevur tikið uppaftur, at Evropa eigur at hava ein felags her, og tað dámar ikki Trump.

Amerikanski forsetin heldur, at Evropa eigur fyrst at hugsa um at gjalda sín rímiliga part til Nato.

Macron segði í einari útvarpssamrøðu í gjár, at Evropa eigur at gera seg leysari av USA, serliga tí USA ætlar at taka seg burtur úr avdubbingarvataluni við Russland, ið hevur stóran týdning fyri Evropa.

Eftir fundin fara Trump og Macron at eta døgurða saman við týska samveldiskanslaranum, Angelu Merkel, og øðrum ríkis- og stjórnarleiðarum, sum eru komnir til Fraklands at hátíðarhalda, at 100 ár eru liðin, síðani fyrra heimskríggj endaði.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mars
25 minuttir: Jóna Joensen
92340
Mánadag 18. mars
3-2
92439
Sunnudag 17. mars
Guðstænasta í Havnar kirkju
92392
Sunnudag 17. mars
Andaktin
92389
Leygardag 16. mars
Estetiskur fimleikur, 2 partur
92376