Varðhaldsfongslað fyri svik fyri 111 mió. kr.

10.11.2018 - 16:07
AktueltSamfelag
Varðhaldsfongslað fyri svik fyri 111 mió. kr.
Britta Nielsen kann verða dømd upp í átta ára fongsul
Mynd: © Newsbreak.dk  
 
 

64 ára gamla Britta Nielsen, sum er skuldsett fyri at hava svikað danskar stovnar fyri tilsamans 111 milliónir kr., er varðhaldsfongslað til 4. desember.

Hon starvaðist m.a. í danska  Sosialstýrinum og Almannamálaráðnum í 40 ár, og tað er á hesum arbeiðsplássunum, at hon er undir illgruna fyri at hava svikað.

Britta Nielsen er skuldsett fyri datasvik av serliga grovum slag. Hon hevur ikki tikið støðu til, um hon er sek í skuldsetingini ella ikki.

Hon kann verða dømd upp í átta ára fongsul.  

Tá svikið kom undan kavi, var Britta Nielsen farin undir heilt, men fyrr í vikuni varð hon tikin í Johannesburg í Suðurafrika, sum útflýggjaði hana til danskar myndugleikar.

Ein sonur Brittu Nielsen er eisini varðhaldsfongslaður til 4. desember. Hann er skuldsettur fyri at hava verið upp í svikinum saman við mammuni, og fyri at hava brúkt burtur av teimum 111 milliónum krónunum. 

Hann noktar seg sekan.
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. januar
LEITISSTEIN 11.01.2019 (Tema: Ghost)
89999
Týsdag 15. januar
Góðan morgun Føroyar 150119
89956
Týsdag 15. januar
Góðan morgun Føroyar 140119
89955
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. januar
Brennidepil: Skúlamaturin sparast
89973
Týsdag 15. januar
Tað stóra sjúkrahússtríðið (2:2)
89912
Mánadag 14. januar
3-2
89939
Mánadag 14. januar
Bella loggar inn (1:7)
89985
Mánadag 14. januar
Blachman á tímatalvuni (2:2)
89907