Býur lagdur í oyði eftir skógareld

11.11.2018 - 09:50
AktueltÚtheimurin
Býur lagdur í oyði eftir skógareld
Øll fólk í einum býi har norðuri í Kalifornia eru burturflutt og skúlar og sjúkrahús eru oyðiløgd í herviligum skógareldum síðstu dagarnar
Amerikanski býurin, Paradise, har norðuri í Kalifornia er mest sum lagdur í oyði eftir herviligan skógareld, ið hevur gjørt um seg fyrr í vikuni
Mynd: © AP  
 

Ein býur við 26.000 íbúgvum norðarliga í statinum Kalifornia er mest sum lagdur í oyði eftir herviligan skógareld, ið hevur gjørt um seg fyrr í vikuni.

Fólk í túsundatali eru síðstu dagarnar flýdd undan herviligum skógareldum, millum annað í býnum Paradise, har norðuri í Kalifornia.

Skúlar og sjúkrahús oyðiløgd

- Býurin er oyðilagdur. Alt er oyðilagt, og tað er ikki nógv gott eftir, sigur Scott Mclean, talsmaður hjá sløkkiliðnum í Kalifornia við Reuters.

Skógareldurin hevur herjað í íbúðarøkjum, og hevur gjørt av við bæði skúlar og sjúkrahús, siga sjónarváttar sambært tíðindastovuni.

Fleiri tættbygd øki har norðuri í Kalifornia eru eisini hótt av skógareldum, og fólk, sum rýma frá húsum, koyra langar umvegir fyri at sleppa undan eldinum.

Skógareldarnir ferðast sera skjótt

Nógvur hiti og vindur hava gjørt, at skógareldarnir onkrastaðni har norðuri í Kalifornia síðstu dagarnar hava ferðast útivið 50 kilometrar um tíman.

Tí hevur tað verið trupult hjá myndugleikunum at basa skógareldum, og tað hevur eisini verið trupult at hava tamarhald á skógareldunum, so teir ikki hava breitt seg enn meira.

Enn er ikki greitt, hvussu nógv lív skógareldarnir hava kravt, men fólk hava latið lív, siga umboð fyri myndugleikarnar sambært tíðindastovuni hjá Reuters.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Nón 1. apríl 2020
107084
Mikudag 1. apríl
Áðrenn Elvis
107082
Mikudag 1. apríl
Áðrenn Elvis 1 apríl 2020
107076
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Savnsgull: Ymisk lív
57373
Sunnudag 29. mars
Andakt við Ove Froyseth
106934
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Havnar kirkju
106923
Fríggjadag 27. mars
Studio71 - 5 dokumentarar
106848
Hósdag 26. mars
Korona konsert við Bárði á Lakjuni
106790