- Tíðindi, mentan og ítróttur
Býur lagdur í oyði eftir skógareld
Ein býur við 26.000 íbúgvum norðarliga í statinum Kalifornia er mest sum lagdur í oyði eftir herviligan skógareld, ið hevur gjørt um seg fyrr í vikuni.
Fólk í túsundatali eru síðstu dagarnar flýdd undan herviligum skógareldum, millum annað í býnum Paradise, har norðuri í Kalifornia.
Skúlar og sjúkrahús oyðiløgd
- Býurin er oyðilagdur. Alt er oyðilagt, og tað er ikki nógv gott eftir, sigur Scott Mclean, talsmaður hjá sløkkiliðnum í Kalifornia við Reuters.
Skógareldurin hevur herjað í íbúðarøkjum, og hevur gjørt av við bæði skúlar og sjúkrahús, siga sjónarváttar sambært tíðindastovuni.
Fleiri tættbygd øki har norðuri í Kalifornia eru eisini hótt av skógareldum, og fólk, sum rýma frá húsum, koyra langar umvegir fyri at sleppa undan eldinum.
Skógareldarnir ferðast sera skjótt
Nógvur hiti og vindur hava gjørt, at skógareldarnir onkrastaðni har norðuri í Kalifornia síðstu dagarnar hava ferðast útivið 50 kilometrar um tíman.
Tí hevur tað verið trupult hjá myndugleikunum at basa skógareldum, og tað hevur eisini verið trupult at hava tamarhald á skógareldunum, so teir ikki hava breitt seg enn meira.
Enn er ikki greitt, hvussu nógv lív skógareldarnir hava kravt, men fólk hava latið lív, siga umboð fyri myndugleikarnar sambært tíðindastovuni hjá Reuters.