31 deyð í skógareldi í Kalifornia

31 deyð í skógareldi í Kalifornia
Guvernørurin heitir á forsetan um at lýsa statin í vanlukkustøðu
 
12.11.2018 - 07:42

Skógareldarnir í Kalifornia í USA hava kravt í minsta lagi 31 mannalív, og meira enn 200 fólk eru ikki komin afturíaftur.

Ikki síðani 1933 hava so mong latið lív í skógareldi í Kalifornia.

300.000 fólk eru flutt burtur undan eldinum.

Sløkkiliðsfólk halda seg hava fingið tamarhald á einum fjórðingi av skógareldinum.

Jerry Brown, guvernørur, hevur heitt á Donald Trump, forseta, um at lýsa Kalifornia í vanlukkustøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887