Atkvøða um Ulf Kristersson mikudagin

Atkvøða um Ulf Kristersson mikudagin
Formaðurin í ríkisdegnum fer at skjóta upp, at Ulf Kristersson verður nýggjur forsætisráðharri í Svøríki
Mynd: SVT  
 
12.11.2018 - 07:37

Í dag fer formaðurin í svenska ríkisdegnum, Andreas Norlén, væntandi at skjóta upp, at formaðurin í Moderata flokkinum, Ulf Kristersson, verður nýggjur forsætisráðharri, skrivar svenska kringvarpið, SVT.

Norlén fer væntandi eisini at greiða frá, hvørjir flokkar fara at mynda nýggju stjórnina.

Mikudagin fer ríkisdagurin at atkvøða í málinum.

Ulf Kristersson verður valdur til forsætisráðharra, um ein meiriluti, tað eru í minsta lagi 175 ríkisdagslimir, ikki atkvøður ímóti. 

Verður meiriluti fyri Ulf Kristersson, fer hann at kunngera nýggju stjórnina hósdagin.

Liberali flokkurin ímóti 

Men longu nú tykist vera greitt, at Liberali flokkurin, sum hoyrir til borgarligu samgonguna, fer ikki at atkvøða fyri Ulf Kristersson, sigur svenska kringvarpið.

Tekur ríkisdagurin ikki undir við at velja Ulf Kristersson til forsætisráðharra, er spurningurin, hvat næsta stig so verður.

Mest sannlíkt er, at formaðurin í ríkisdegnum fer undir eitt nýtt formansumfar, har letur floksformonnunum upp í hendur at royna at skipa stjórn.

Ríkisdagsval var í Svøríki 9. september, men tað hevur verið sera trupult at skipa stjórn, serliga tí hvørgin vongurin í svenskum politikki vil samstarva við Svøríkisdemokratarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652