Ljósmøðurnar herða verkfallið mikudagin

bannari
Ljósmøðurnar herða verkfallið mikudagin
Ljósmøðrafelagið fer nú at herða verkfallið, sum hevur darvað virkseminum á føðideildini á Landssjúkrahúsinum síðani hósdagin.
 
13.11.2018 - 13:14

Ljósmøðrafelagið fer nú at herða verkfallið, sum hevur darvað virkseminum á føðideildini á Landssjúkrahúsinum síðani hósdagin.

Tað ber í sær, at eingin ljósmóðir verður til arbeiðis á deildini frá í morgin klokkan trý.

Annika Hoydal er forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, og hon sigur, at leiðandi ljósmóðirin verður tikin av føðideildini í morgin klokkan trý. Higartil hevur leiðandi ljósmóðirin annars verið undantikin verkfallinum, men soleiðis verður ikki longur. 

- Vit hava ongan sáttmála í løtuni, so vit hava avgjørt, at ongar ljósmøður eru til arbeiðis frá í morgin klokkan trý. 

Sambært forkvinnuni verða undantøk enn givin, soleiðis at allar barnakonur fáa ta neyðugu hjálpina. 

Ger støðuna enn truplari

Stjóri á Landssjukrahúsinum, Jóanis Erik Køtlum, sigur, at tað kemur dátt við, at ljósmøðurnar í morgin herða verkfallið, tí tað ger eina trupla støðu enn truplari.

- Vit hava longu frá byrjan mett, at støðan ikki hevur verið nøktandi. Tað, at verkfallið verður hert, ger støðuna enn verri, sigur landssjúkrahússtjórin. 

Leiðandi ljósmóðirin hevur samskift um undantøkini higartil, men nú skal leiðandi ljósmóðirin eisini í verkfall.

Sambært Jóanis Erik Køtlum verður í løtuni arbeitt við, hvussu tann trupulleikin so skal loysast. 

Semingsmaðurin má meta um støðuna 

Jan Mortensen er leiðari á Lønardeildini og hevur ábyrgdina av samráðingunum fyri arbeiðsgevararnar í hesi ósemjuni. 

Vit hava spurt hann, um nýggja stríðsstigið fær Lønardeildina at sessast aftur við samráðingarborðið, og hann sigur, at semingsmaðurin má meta um støðuna. 

Enn er eingin fundur avtalaður millum partarnar, sigur Jan Mortensen. 

Semingsstovnurin onga viðmerking

Verkfallið hevur vart síðani hósdagin klokkan trý.

Semingsstovnurin hevur samband við partarnar og hevði fyrrapartin eisini samband við Ljósmøðrafelagið.

Men Terje Sigurðsson hevur ongar viðmerkingar til, um hann fer at royna semju í næstum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010