Sjøtul settur á nýggju viðarlundina á Tvøroyri

Sjøtul settur á nýggju viðarlundina á Tvøroyri
Í gjár gróðursetti Skógrøktin tilsamans 1.000 trø, og borgarstjórin, Kristin Michelsen, setti fyrsta træið niður.
 
13.11.2018 - 13:59

Sjøtul er nú settur á nýggja viðarlund á Sevmýri á Tvøroyri.

Í gjár gróðursetti Skógrøktin tilsamans 1.000 trø, og borgarstjórin, Kristin Michelsen, setti fyrsta træið niður.

Træsløgini eru royniviður, øsp og lerkur. Í næstum verða 1500 trø gróðursett aftrat.

Viðarlundin verður 11.300 fermetrar. 

Hon er oman fyri vegin á Sevmýri, og er framhald av viðarlndini, sum Thorvald Joensen, lærari, gróðursetti fyri mongum árum síðani.

Tá hann var deyður, varð garðurin latin Skógfriðingarnevndini. 

Í umbúna er eisini at gera gøtur og opin pláss til beinkir og borð í nýggju viðarlundini.

Frammanundan eru tvær viðarlundir í Tvøroyrar kommunu.

Onnur er oman fyri sjúkrahúsið, og hin er plantasjan í Trongisvági, har fyrstu planturnar vórðu settar niður í 1920-unum.

Tvøroyrar kommuna hevur næststørsta skógfriðaða lendi í landinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012