Kanada umber viðferð av sjúkum inuittum

Kanada umber viðferð av sjúkum inuittum
Kanadiska stjórnin fer at biðja um umbering fyri, hvussu tuberklasjúkir inuittar úr Grønlandi vórðu viðfarnir í tíðarskeiðinum 1940-1960.
Nógvir sjúkir inuittar vórðu sendir suðureftir til sjúkrahús og sanatoriir, men at mong ongantíð komu afturíaftur. 
Mynd: CBC  
 
14.11.2018 - 07:39

Kanadiska stjórnin fer at biðja um almenna umbering fyri, hvussu tuberklasjúkir inuittar úr Nunavik og Nunavut vórðu viðfarnir í tíðarskeiðinum frá 1940 til 1960.

KNR skrivar, at nógvir sjúkir inuittar vórðu sendir suðureftir til sjúkrahús og sanatoriir, men at mong ongantíð komu afturíaftur. 

Næstan helvtin av øllum inuittum í eystur-Arktis vórðu á henda hátt send til viðgerðar sunnanfyri, - teir flestu til Hamilton, sum er ein býur í Ontario, og eisini til Quebec og Montreal.

Nøkur fingu heilsubót og komu aftur til familjur sínar. Onnur blivu send norður aftur, men funnu ongantíð sína ætt aftur. Og mong doyðu av lungnasjúkuni og vórðu jarðað sunnanfyri.

KNR skrivar, at mangan var ógreitt, hvør varð jarðaður og hvar. Familjurnar vistu einki um lagnuna hjá teimum, sum vórðu flutt suðurum, og tær fingu heldur ongantíð nakað at vita.

Hetta ætlar kanadiska stjórin nú at biðja um almenna umbering fyri.

Umberingin hevur verið umrødd av stjórnini og tveimum inuit-felagsskapum, og hon kemur væntandi um stutta tíð, skrivar grønlendska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585