Eingin ljósmóðir til arbeiðis á føðideildini

bannari
14.11.2018 - 13:00
AktueltSamfelag
Eingin ljósmóðir til arbeiðis á føðideildini
Verkfallið hjá ljósmøðrunum verður hert klokkan 15.00 seinnapartin, tá leiðandi ljósmóðurin á føðideildini eisini fer í verkfall.
 

Seinasta ljósmóðurin á føðideildini fer nú í verkfall. 

Leiðandi ljósmóðurin hevur verið eisasta ljósmóðir, sum hevur verið til arbeiðis á føðideildini seinastu dagarnar.

Hóast hon ikki tekur ímóti børnum, so hevur hon evstu ábyrgdina av ljósmøðrafakliga arbeiðinum á Landssjúkrahúsinum, og hon hevur millum annað tikið sær av samskiftinum við Ljósmøðrafelagið um undantøk undir verkfallinum.  

Verkfallið hjá ljósmøðrunum byrjaði hósdagin í síðstu viku, tá allar ljósmøðurnar - undantikið leiðandi ljósmóðurin, fóru í verkfall. 

Annika Hoydal sigur í viðmerking í dag, at støðan ikki er broytt, síðan tær gjørdu av at herða verkfallið.  

Semingsmennirnir hava javnan samband við partarnar fyri kanna møguleikarnar fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, men sambært Terja Sigurðson semingsmanni, so er ikki grundarlag fyri at kalla partarnar saman í løtuni.

Leiðslan á Landsjúkrahúsinum fer á fund seinnapartin, og tey hava ongar viðmerkingar fyrr enn eftir fundin. 

Síðan verkfallið byrjaði hósdagin seinnapart hava ljósmøðurnar bert veitt bráðfeingisviðgerðir. Hetta hevur havt við sær, at kvinnur, sum hava átt, verða sendar heim fáar tímar eftir føðing, um alt hevur gingið, sum tað skal. Landssjúkrahúsið hevur boðað frá, at allar viðtalur hjá jarðarmóðrini eru útsettar.

Sum Kringvarpið skilir, so sleppa barnakonur tó framvegis í skannaran, tá hetta ofta verður gjørt av lækna. 

Forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum sigur, at talan er um eitt stríð um løn, men hon vil ikki siga, hvat tær krevja í lønarhækkan.

Í dag er byrjanarlønin hjá eini ljósmóðir 26.553, og endalønin er 31.677. Harumframt fáa tær 15 prosent í eftirløn.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Nón 27. februar 2020
105374
Hósdag 27. februar
Mono: Beach Boys (4:5)
105370
Hósdag 27. februar
LEITISSTEIN 24.02.2020 (1t)
105366
Hósdag 27. februar
Dagsins yrking - Millum aldurnar
104578
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Úr savninum: Ymisk lív
105296
Mánadag 24. februar
Upp á gólv - í Skálanum
105214
Mánadag 24. februar
3-2
105221
Sunnudag 23. februar
Andakt við Carsten Fonsdal Mikkelsen
105169