Eingin svensk stjórn

Eingin svensk stjórn
Ulf Kristersson verður ikki svenskur forsætisráðharri í hesum umfarinum, tí hann tapti eina atkvøðugreiðslu í ríkisdegnum fyrr í dag.
 
14.11.2018 - 11:10

Formaðurin í svenska flokkinum, Moderatarna, Ulf Kristersson, verður ikki svnskur forsætisráðharri, í øllum førum ikki í hesum umfarinum, tí hann tapti eina atkvøðugreiðslu í ríkisdegnum fyri løtu síðani.

Hetta var samstundis eisini fyrstu ferð, at ríkisdagurin vrakaði eitt fólk, sum formaðurin í tinginum hevði mælt til at velja.

Fyri at verða valdur mátti hann fáa undirtøku frá minst 175 av teimum 349 limunum í ríkisdegnum. Tað fekk hann ikki, tí bert 154 atkvøddu fyri honum og 195 atkvøddu ímóti.

Ulf Kristersson fekk bara undirtøku frá sínum egna flokki, Kristiligu Demokratunum, sum hann ætlaði at skipa eina minnilutastjórn saman við og frá Svøríkisdemokratunum.

Allir flokkarnir á vinstraveinginum atkvøddu ímóti, og tað gjørdu liberalu flokkarnir, Centerflokkurin og Liberali flokkurin eisini, hóast teir vóru í valsamgongu við Moderata flokkinum á valinum fyri 66 døgum síðani.

Forkvinnan í Centerflokkinum, Annie Løøf, hevði  frammanundan atkvøðugreiðsluni boðað frá, at teir 31 tinglimirnir hjá flokkinum fóru at atkvøða ímóti, tí hon segði seg bera ótta fyri, at Svøríkisdemokratarnir fóru at fáa ov nógv vald við at stuðla eina minnilutastjórn.

Hon boðaði eisini frá avgerðini í ríkisdegnum og legði dent á, at Svøríkisdemokratarnir eru so langt frá tí, sum borgarligi vongurin stendur fyri, at flokkurin ikki eigur at fáa ávirkan.

Allir teir 349 tinglimirnir vóru til staðar í ríkisdegnum, og allir atkvøddu annaðhvørt ja ella nei.

- Tað vísir, hvussu týdningarmikil skipanin er, segði formaðurin í ríkisdegnum, Andreas Norlen eftir atkvøðugreiðsluna.

Formaðurin í svenska javnaðarflokkinum, Stefan Løfven, hevur verið virkandi forsætisráðharri í eini starvsstjórn síðani valið.

Hvat nú hendir í svenskum poilitikki, er ógreitt, men fleiri tosa um at nýval er einasta loysnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858