Fíggjarligi ójavnin í Danmark veksur

Fíggjarligi ójavnin í Danmark veksur
Ein nýggj uppgerð frá donsku hagstovuni vísir, at seinastu 10 árini eru tey ríku vorðin ríkari, meðan tey fátæku eru vorðin fátækari.
 
14.11.2018 - 09:46

Fíggjarligi ójavnin í Danmark er gingin skeiva vegin tey seinastu 10 árini, tí tey ríku eru vorðin ríkari og tey fátæku eru fátækari.

Tað vísir ein uppgerð sum danska hagstovan hevur gjørt.

Seinastu 10 árini er inntøkan hjá teimum, sum vinna minst, ikki hækkað, meðan inntøkan hjá teimum, sum vinna mest, er hækkað munandi.

Eftir uppgerðini er inntøkan hjá teimum, sum vinna minst, lækkað 1 prosentstig, meðan inntøkan hjá teimum, sum vinna mest, er hækkað 18 prosentstig.

20 árini frammanundan var støðan ein onnur, tí tá hækkaði inntøkan støðugt hjá teimum, sum vinna minst, skrivar danska hagstovan.

Millum tey, sum vinna minst, eru lesandi, tey sum fáa útbúgvingarhjálp, og fremmand, sum eru komin til landið og fáa integratiónshjálp.

Fakfeløgini finnast at gongdini og siga hana fara at hava polarisering við sær.

Danska hagstovan upplýsir eisini, at talið av teimum, sum tjena minst, er hækkað úr 8,3 upp í 8,8 prosent seinastu 10 árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887