Kristersson er vónbrótin

Kristersson er vónbrótin
Bæði Liberali flokkurin og Miðflokkurin hava boðað frá, at teir fara ikki at stuðla Ulf Kristersson sum forsætisráðharra.
 
14.11.2018 - 07:36

- Hesin dagurin er ikki tann besti, sum eg havi upplivað, og tað av góðum grundum.

M.a. hetta skrivar Ulf Kristersson, formaður i Moderaterna á facebook, nú bæði Liberali flokkurin og Miðflokkurin hava boðað frá, at teir fara ikki at stuðla honum sum forsætisráðharra, tá atkvøðast skal í svenska ríkisdegnum í dag.

Tað gongst sera striltið í Svøríki at skipa stjórn, og nú meira enn tveir mánaðir eru lidnir síðani ríkisdagsvalið, stendur í botni.

Ulf Kristersson sigur við svenska kringvarpið, at hann er vónbrotin um, at alliansuflokkarnir ikki vilja taka av møguleikanum og fáa tað frægasta burtur úr.

Politiska støðan í Svøríki er so fløkt, tí tilflytarakritiski høgraflokkurin, Svøríkisdemokratarnir, sita við avgerandi atkvøðunum í ríkisdegnum. Men av tí at hinir flokkarnir ikki vilja hava eina stjórn at sita við vælsignilsi frá teimum, so er rættilig naggatódn íkomin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584