Vænta landstingið samtykkir flogvallarútbygging

Vænta landstingið samtykkir flogvallarútbygging
Nógvur ivi hevur verður um ætlanini, men væntandi fer grønlendska landstingið at samtykkja stóra floghavnsútbyggingina í dag.
Nýggi flogvøllurin í Nuuk.
Mynd: Kalaallit Airports A/S  
 
15.11.2018 - 12:05

Hóast nógvur ivi er sáddur um ætlanina, so verður roknað við, at grønlendska Landstingið í dag fer at samtykkja stóru floghavnsútbyggingina, sum fer at kosta 3,6 milliardir krónur.

Eftir ætlanini skulu floghavnirnar í Nuuk og Illulisat útbyggjast, og ein nýggj floghavn skal byggjast í Qaqortoq í Suðurgrønlandi.

Bæði andstøðan og serkøn fólk hava sóknast eftir meiri vitan um ætlanina, tí hon fer at kosta helvtina av grønlendsku bruttotjóðarúrtøkuni, og tá mugu greiðar ætlanir vera, sigur m.a. danski professarin, Ulrik Jørgensen, sum starvast á universitetinum í Ålborg.

Saman við Kåre Hendriksen, sum er lektari á tekniska universitetinum í Danmark, sóknast hann eftir eini veruligari ætlan fyri útbyggingina.

Fleiri vilja vera við, at bitin er ov stórur fyri Grønland, og at landið ikki fer at klára mongu avgjøldini.

Fleiri vilja eisini vera við, at tað hevði verið betri at nýtt peningin til vegasamband heldur enn til eina floghavn í eitt nú Qaqortoq.

Víst verður m.a. á royndir úr Føroyum, Íslandi og Noregi, har vegasamband er við til at binda økini saman, og at tað serliga er galdandi fyri Suðurgrønland, har námsvinna er, samstundis sum talið av ferðafólkum veksur í stórum.

Tveir føroyingar eru í nevndini fyri floghavnsútbyggingina í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819