Brúgvin í Mykineshólm í vanda fyri afturlating

Brúgvin í Mykineshólm í vanda fyri afturlating
Nógvar brýr í Føroyum eru illa fyri, sigur nýggjasta støðulýsingin
Brúgvin millum Mykines og Mykineshólm er í ringum standi.
 
16.11.2018 - 13:20

Brúgvin millum Mykines og Mykineshólm er nú í so ringum standi, at hon er farin upp á stig fýra, sum er næst ringasta stig.

Nú eru 32 brýr í landinum, sum eru á stigi fýra, sigur Samferðslumálið í brævi til Fíggjarnevndina.

Landsverk letur fimta hvørt ár gera eina støðulýsing, har allar 340 brýrnar hjá landinum verða kannaðar. 

Støðulýsingin verður gjørd eftir sama leisti, sum verður brúktur í Danmark.  

Brýrnar fáa stig frá einum til fimm. 

Í Føroyum eru 32 brýr á fjórða stigi, sum merkir, at tær mugu gerast innan stutta tíð, annars kunnu tær ikki brúkast.

Men á triðja stigi eru 220 brýr.

Hetta eru brúgvar, sum eisini krevja viðlíkahald um heilt stutta tíð, men ikki eru komnar líka langt í niðurbrótingini, sum brýrnar á fjórða stigi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584