Fer til friðingarmyndugleikarnar um tvær vikur

Fer til friðingarmyndugleikarnar um tvær vikur
Fyrireikingarar til Dalstunnilin eru komnar nakað áleiðis
Steinur er komin á vegin til Dals.
 
16.11.2018 - 06:57

Seinast í november verður verkætlanin um Dalstunnilin latin friðingarnevndini í Sandoynni og síðani Yvirfriðingarnevndini.

Og tá verður eisini fundur við fólk hjá Landsverki, sum skulu gera tunnilin til Dals.

Tað sigur Samferðslumálaráðið í svari til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, sum viðger uppskotið um fíggjarlóg fyri 2019.

Eisini hevur samskifti verið við Húsavíkar kommunu um tunnilin og vegirnar í sambandi við hann.

Maskinurnar til tunnilsliðið eru keyptar. Í løtuni verður eykaútgerð og eitt arbeiðstjald keypt. 

Lýsa eftir fólki

Og Landsverk lýsir eftir fólki til tunnilsliðið.

Landsverk skal hava seks fólk til liðið, men hevur bara trý nú. 

Tunnilsliðið, sum nú er, fæst við at viðlíkahalda tunlar. Í løtuni er tunnilsliðið í Sumbiartunlinum. 

Tað arbeiðið varar hetta árið út. 

Nýgerð og viðlíkahald

Síðani verður farið í Leirvíkartunnilin, til klárt er at fara undir Dalstunnilin.

Um játtan ikki verður til at arbeiða alt árið við at gera nýggjar tunlar, skal tunnilsliðið arbeiða við nýgerð so langt, tann játtanin røkkur, og annars við viðlíkahaldi í verandi tunlum, sigur Samferðslumálaráðið.

Dalstunnilin verður 2,2 kilometrar langur. Nýggir vegir verða 300 metrar, og verandi vegur verður broyttur nakað.

Tunnilin kostar millum 75 og 80 mió. kr., skal tunnilsliðið gera hann. Tá er roknað við fýra árum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887