Landsstýriskvinnan: Mugu endurskoða skúladagin

Landsstýriskvinnan: Mugu endurskoða skúladagin
Landsstýriskvinnan vil ikki siga, um føroyskir fólkaskúlanæmingar eru ov nógv í skúla.
 
16.11.2018 - 12:20

- Tað er ikki so svart ella hvítt. Tað snýr seg ikki bara um tal av tímum. Tað snýr seg eisini um innihaldið í sjálvum skúladegnum, sigur hon.

Sum landsstýriskvinna legði hon fram eina frágreiðing um fólkaskúlan í gjár.

Og hon vil hava greiðu á, um tímatalið í føroyska fólkaskúlanum skal lækka, tí skúlastjórar vísa á, at skúladagarnir eru langir, og tað er ein bági fyri hugin hjá børnunum at læra.

- Eg haldi, at skúladagurin er ov langur, og vansin er, at næmingarnir troyttast, segði Regin Marnersson í útvarpinum í gjárkvøldið.

Mugu endurskoða skúladagin

Sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum heldur hann, at tímatalið eigur at lækka.

- Heldur enn at tosa, um skúlavikan skal styttast tveir tímar, ella um danskt skal niðurraðfestast, so eiga vit at spyrja, hvussu langur ein skúladagurin í grundini kann vera hjá einum næmingi, heldur Regin Marnersson.

Men landsstýriskvinnan fer ikki at siga nú, at skúladagurin skal styttast.

- Tað er trupult at siga, tí um skúladagurin er fjølbroyttur, so kennist hann heldur ikki so tungur. Men er skúladagurin einstáttaður, so verður hann eisini tungur, sigur hon.

- Tað er ikki bara ein spurningur um sjálvt tímatalið, men eisini um fjølbroytni. Og ikki minst, so er tað eisini ein spurningur um dygd. Nógvir skúlatímar er ikki tað sama sum góðir skúlatímar. Tað krevur kanska, at vit uppraðfesta handligu lærugreinarnar fyri at fáa størri fjølbroytni, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

Skúlin er ov bókligur

Skúlastjórin í Skúlanum á Fløtum heldur eisini, at skúladagurin í føroyska fólkaskúlanum er ov bókligur.

Tí hevur hann eina greiða áheitan.

- Tað er at styrkja tann handaliga partin av skúlanum, sigur hann.

- Eitt ítøkiligt dømi er hjartað. Hví skulu næmingarnir fara inn í eina skúlastovu at lesa ellivu síður um hjartað? Tað ber til at keypa eitt hjarta í kølidiskinum í Miklagarði og at skera tað sundur.

- Lærdómurin er nógv størri í tí, sum næmingarnir sleppa at nerta við, skera í, brenna og spreinja og seta streym til, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum.

Og landsstýriskvinnan heldur eisini, at skúladagurin er ov bókligur.

- Vit mangla tað handverksliga og kreativa. Vit skulu hava meira av tí.

- Men tað krevur eisini, at vit spyrja okkum sjálvi, hvat skal niðurraðfestast. Tað er tað kjakið, sum vit skulu taka nú, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585