Menningarkvotur afturkallaðar

Menningarkvotur afturkallaðar
Fleiri av teimum, sum í heyst fingu menningarkvotur útlutaðar úr Fiskimálaráðnum, liva ikki upp til treytirnar fyri at fáa kvoturnar.
 
16.11.2018 - 06:23

Fyrstu menningarkvoturnar eru drignar innaftur, meðan onnur feløg hava fingið ætlanarskriv um tað sama.

Eitt grundprinsipp fyri at lata menningarkvotur var, at hesar menningarkvoturnar skuldu skapa menning í teimum økjum, kvoturnar vórðu latnar.

Fiskurin landaður í Fuglafirði

Men í staðin fyri at landa uppsjóvarfiskin í Vestmanna, Hvalba og í Sandoynni er fiskurin í fleiri førum landaður í Fuglafirði. Tað staðfestir Vørn, sum er myndugleikin, ið hevur fingið boð um at útskriva fiskiloyvini til menningarkvoturnar, og sum eisini savnar inn upplýsingar um, hvar fiskurin verður landaður.

Vestmanna Seafood, Delta Seafood. P/F Steintór & TG Fisk og P/F Vørðutíggjur hava øll tikið ímóti menningarkvotum, sum síðani eru fiskaðar og landaðar í Fuglafirði. Talan er um makrel og norðhavssild.

Arctic Voyager fiskað kvoturnar 

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager, sum fiskar menningarkvoturnar fyri Vestmanna Seafood, hevur landað 510 tons av norðhavssild til Pelagos í Fuglafirði. Fuglafjørður, ið sum kunnugt liggur í Eysturoynni, lýkur ikki økisrættarligu treytirnar í tilsøgnini, staðfestir Fiskimálaráðið.

Ráðið biður tí Vestmanna Seafood um eina frágreiðing, og freistin at svara er mikudagin 21. november.

Sama uppsjóvarskip, Arctic Voyager, hevur eisini fiskað menningarkvotur fyri Delta Seafood á Tvøroyri. Her er talan um kvotur til menningarætlanir í Suðuroynni - um fisk, ið skal virkast hjá TG Seafood í Hvalba og Delta Seafood á Tvøroyri. Men eisini her er fiskurin endaður í Fuglafirði. Arctic Voyager hevur, sambært Vørn, landað 940 tons av norðhavssild til Pelagos í Fuglafirði.

Fiskimálaráðið ætlar at taka kvoturnar aftur

Og tað er ikki í lagi, sigur Fiskimálaráðið í brævi til Delta Seafood 9. november. Ráðið skrivar millum annað:

"Landingar, sum í so stóran mun eru framdar uttanfyri økið, ið umsókn og avgerð eru grundaðar á, eru nýggir faktuellir upplýsingar av stórum týdningi fyri avgerðina um at lata menningarkvotu til tykkum fyri 2018. Vísandi til hesar umstøður er ætlanin at taka tilsøgnina aftur at fiska menningarkvotu í 2018."

Delta Seafood sleppur við ávaring

Í gjár, 15.november, hevur Fiskimálaráðið aftur skrivað til Delta Seafood. Felagið fær eina ávaring og herdar treytir um sjálvt at gagnnýta restina av menningarkvotuni í 2018 innanfyri ta verkætlan, menningarkvoturnar eru givnar til.

Sambært skjølunum í málinum sleppur Delta Seafood við eini ávaring, tí felagið lovar bót og bata, og at øll írestandi menningarkvotan verður gagnnýtt í tí verkætlan, kvotan er latin til.

Vørðustíggjur sleppur ikki so lætt

Triðja felagið - Partafelagið Vørðustíggjur í Húsavík - sleppur ikki so lætt. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fiska menningarkvoturnar fyri felagið, og trolararnir hava higartil landað 240 tons av makreli og 260 tons av norðhavssild í Fuglafirði, staðfestir Fiskimálaráðið í ætlanarskrivi um afturtøku av menningarkvotunum til hetta felag, dagfest 1.november.

Sambært svarskrivinum frá partafelagnum Vørðustíggjur stakk ein ósemja um prís seg upp millum felagið og Sandoy Seafood í Skopun, sum skuldi taka ímóti parti av menningarkvotuni. Hin samstarvs-felagin, virkið í Hvalba, var ikki klárt at taka ímóti fyrstu lastunum av menningarkvotu frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. 

Í síni endaligu avgerð, dagfest í gjár 15.november, staðfestir Fiskimálaráðið, at Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava hildið fram við at avreiða menningarkvotur í Fuglafirði. Sambært aðalráðnum var tað ein fortreyt fyri at lata Vørðustíggjur menningarkvotur, at fiskurin skuldi virkast í Sandoynni. Tí er ein ósemja við virkið í Skopun somikið grundleggjandi brot á fortreytirnar fyri yvirhøvur at fáa menningarkvotur, at kvoturnar eiga at takast aftur.

Vørðustíggjur fær tó eina lítla lívlinju. Felagið fær eina seinastu freist at fáa viðurskiftini í rætt lag áðrenn hósdagin 22. november klokkan 16, soleiðis at verkætlanin kann fremjast í Sandoynni. Ber tað ikki til, verður menningarkvotan tikin aftur.

Menningarkvoturnar hjá Steintór og TG Fish tiknar aftur

Fjórða felagið við menningarkvotu - P/F Steintór og TG Fish - hevur eins og onnur feløg fingið Arctic Voyager at fiska menningarkvoturnar fyri seg. Her staðfestir Vørn, at skipið hevur landað 950 tons av norðhavssild í Fuglafirði. Hesi 950 tonsini eru at kalla øll menningarkvokvotan av norðhavssild, sum also er gagnnýtt uttanfyri verkætlanina og uttan fráboðan ella góðkenning úr Fiskimálaráðnum. 

Tí boðar Fiskimálaráðið Steintór & TG Fish frá, at menningarkvoturnar hjá felagnum fyri 2018 verða tiknar aftur.

Felagið hevur freist til mikudagin 21. november klokkan 12 at svara ætlanarskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652