Frágreiðingin komin um skúladepilin í Marknagili

Frágreiðingin komin um skúladepilin í Marknagili
Verður nú kannað í Mentamálaráðnum
Skúladepilin kostar meira enn væntað.
 
19.11.2018 - 13:23

Frágreiðingin frá Landsverki um skúladepilin í Marknagili, sum landsstýriskvinnan í mentamálum bað um í síðstu viku, kom í ráðið seint fyrrapartin.

Nú skulu embætisfólkini í ráðnum kanna frágreiðingina. 

Tá tað arbeiðið er liðugt, verður frágreiðingin almenn, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.

Ein eykajáttan, sum er 18,7 mió. kr., er í løtuni í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.

Men væntandi er hetta ikki seinasta rokningin fyri skúladepilin.

Tí hevur Rigmor Dam biðið um eina frágreiðing frá Landsverki. Og hon er komin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819