Sáttmáli ikki gjørdur um tríkiljuna enn

Sáttmáli ikki gjørdur um tríkiljuna enn
Tríkiljan kann sigla á øllum leiðum í sama veðri sum skipini hjá Strandferðsluni
Tríkiljan tekur tríggjar vanliga bilar ella ein stóran.
 
19.11.2018 - 07:43

Enn er sáttmáli ikki gjørdur um tríkiljuna hjá Strandfaraskipum landsins.

Ætlanin er, at norsk skipasmiðja skal byggja tríkiljuna.

Men Sjóvinnustýrið hevur ikki góðkent tríkiljuna, sigur løgmaður í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann.

Aksel V. Johannesen sigur, at tá byrjað varð at fyrireika bátin á vári 2017 spurdu Strandfaraskip Sjóvinnustýrið og fingu at vita, at varð báturin bygdur samsvarandi galdandi altjóða ásetingum, fór hann at verða góðkendur. 

Síðani er komið eitt rundskriv frá danska sjóvinnustýrinum um brunatrygd.

Rundskiv kom seinni

Rundskrivið tykist ikki herða reglurnar um glastrevjabátar, men er meira ein vegleiðing til byggiharra og myndugleika. 

Semja er við Sjóvinnustýrið um, at Strandfaraskip saman við klassanum greina nærri allar galdandi ásetingar, sum síðani verða lagdar fyri Sjóvinnustýrið til góðkenningar. 

Løgmaður sigur, at ongar bindingar eru, sum forða Strandfaraskipum í at sleppa ætlanini at byggja, um tað skuldi hent, at Sjóvinnustýrið ikki góðkennir bátin. 

Løgtingið játtaði fyri hálvum øðrum mánað síðani 34 mió. kr. til tríkiljuna.

Kann brúkast á øllum leiðum

Tríkiljan, sum Strandfaraskip landsins ætla at byggja í Noregi, kemur í staðin fyri Súluna, sum er einasti eykabátur hjá Strandfaraskipum.

Súlan er gomul og sera avmarkað er, hvat hon kann brúkast til. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum umsitur samferðslumálini, sigur í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann, at tríkiljan kann brúkast á øllum leiðum hjá Strandfaraskipum landsins. 

Strandfaraskip hava havt royndan norskan skipara í Føroyum.

Tá hann var her, var fitt av vindi í Fugloy og Svínoy, 20 m/sek. 

Brúka stevnið

Við at leggja stevnið at, ber til at sigla til tær báðar oyggjarnar.

Metingin er, sigur løgmaður, at atløgan í Fugloy og Svínoy verður munin tryggari við nýggja bátinum.

Tríkiljan kann sigla í sama veðri sum hini skipini hjá Strandferðsluni gera. 

Løgmaður sigur í svarinum, at Strandferðslan er í ferð við at gera eitt tilmæli um, hvat fyri skip hóska best til tær ymsu farleiðirnar. 

Mælt verður til at byggja nýggj skip fyri verandi skip.

Tá koyrandi verður í Sandoyartunlinum, kann Teistin seljast fyri ein góðan prís, og pengarnir brúkast til at byggja nýggj skip fyri Rituna, Sam og Ternuna, sigur Aksel V. Johannesen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585