Ókeypis vaksinasjón fyri dreingir eisini

Ókeypis vaksinasjón fyri dreingir eisini
Tað fer at kosta 320.000 kr. um árið, taka allir dreingir av tilboðnum um ókeypis vaksinasjón fyri hpv-virus
Vaksinasjónin fæst hjá kommunulækna, tvey prik, nakrir mánaðir millum teirra.
 
20.11.2018 - 07:47

Tað fer at kosta 160.000 kr. meira næsta ár enn í ár, fáa dreingir eisini tilboð um ókeypis vaksinasjón fyri hpv-virus.

Í Danmark fer tilboðið við ókeypis vaksinasjón fyri hpv at verða víðkað, so dreingir, sum fylla 12 ár eftir 1.juli 2019, fáa tilboðið. 

Eftir ætlan fer sama tilboð eisini at verða sett í gildi í Føroyum, sigur Heilsumálaráðið.

Hetta merkir, at 300-330 dreingir árliga fara at fáa tilboð um ókeypis hpv-vaksinasjón um árið.

Hetta fer at kosta 320.000 kr. um árið, um allir taka av, men næsta ár verður skipanin tó bara galdandi í hálvt ár.

Verandi játtan til ókeypis hpv-vaksinering er ætlað gentum, sum eru fyltar 12 ár. 

Vaksinasjónin kann verja móti krabbameini í endatarminum, og væntandi eisini í munninum og hálsinum.

Hjá gentum verjir hon móti krabbameini í lívmóðurhálsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819