Meinhard Olsen til norskan fótbólt

Meinhard Olsen til norskan fótbólt
Meinhard Olsen hevur skrivað sáttmála við norska felagið, Kristiansund BK
 
22.11.2018 - 11:12

Norska Tippuligafelagið, Kristiansund, hevur fyri løtu síðani kunngjørt, at tey hava skrivað sáttmála við føroyska landsliðsspælaran, Meinhard Olsen.

Sáttmálin er galdandi í eitt ár við møguleika fyri at leingja sáttmálan.

Meinhard Olsen, sum í fjør og í ár spældi fyri B36, fegnast um nýggja sáttmálan.

- Eg eri fegin um, at hava skrivað sáttmála við Kristiansund, og eg haldi, at hetta er tað rætta felagið fyri meg, sigur Meinhard Olsen við heimasíðuna hjá felagnum.

Meinhard Olsen sigur eisini, at hann hevur sett sær sum mál, at hann vil byrja inni fyri norska felagið.

Ítróttarstjórin í Kristiansund BK, Kenneth André Leren, sigur, at Meinhard Olsen sannførdi felagið, tá hann var og royndarvandi í september mánaði.

-Hann er skjótur og annars fysiskt væl fyri. Hann fer at geva okkum gjøgnumbrotsstyrki við sínum beinleiðis spælistíli, sigur Kenneth André Leren.

Meinhard Olsen spældi 36 dystir fyri B36 í ár í landskappingini, steypakappingini og Evropa League. Sum oftast byrjaði hann inni sum vongspælari. Meinhard skoraði 13 mál fyri B36 í ár.

Fyrr hevur Meinhard Olsen umboðað barndómsfelagið, NSÍ, og danska felagið Vendsyssel.

Eitt umfar er eftir at spæla í fremstu norsku kappingini. Kristiansund BK er á fimta plássi og har enda teir eisini, óansæð hvussu úrslitið verður ímóti Lillestrøm í seinasta dystinum.

Meinhard Olsen var fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið í samband við dystirnar ímóti Aserbadjan og Malta, men hann fekk onga spælitíð.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584