Átta svimjarar hava klárað kravtíðina

bannari
Átta svimjarar hava klárað kravtíðina
Nú hava átta føroyskir svimjarar klárað kravtíðina til oyggjaleikirnar
 
27.11.2018 - 10:17

Tað legst afturat við svimjarum, sum klára kravtíðirnar til oyggjaleikirnar, sum vera í Gibraltar næsta ár.

Um vikuskifti var HS-stevna í Havn, og har eydnaðist tað hjá einum afturat.

Eyðrið Mortensen úr Havnar Svimjifelagið kláraði tað í 1.500 metrar frí við tíðini 17.29.67. Kravtíðin er 17.41.18.

Besta avrikið í kappingini var tó, tá ið Signhild Joensen úr Ægir svam 2:10.84 í 200 metrar rygg, sum gevur 756 FINA stig.

Tað er væl undir kravtíðina til Oyggjaleikirnar, sum hon longu hevur klárað við tíðini  2:10.37 í FM á stuttgeil í oktober.

Signhild staðfesti eisini sítt støði til Oyggjaleikir í 50 m. rygg og tvær ferðir í 100 m rygg. 

Vár E. Eidesgaard úr HS staðfesti sítt støði til Oyggjaleikir í 100, 400 og 800 frí.

Hesi átta hava klárað kravtíðir til oyggjaleikirnar í 2019

Birita Debes Flot
Eyðrið Mortensen HS
Signhild Joensen Ægir
Vár E. Eidesgaard HS
Alvi Hjelm HS
Óli Mortensen HS
Rókur Trygvason Ægir
Róland Toftum Suðuroyar Svimjifelag

Sí innslag frá HS-stevnuni í svimjing her

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585