Einki fæst at vita um bilar í Føroyum

Einki fæst at vita um bilar í Føroyum
Í Føroyum ber ikki til at fara á eina heimasíðu eftir upplýsingum um bilar, tá til dømis eykalutir skulu keypast
Eingin heimasíða er í Føroyum við hentum upplýsingum um bilar.
 
27.11.2018 - 12:50

Tað ber til í Danmark, har heimasíðan nummerplade.net er almenn.

Orsøkin er, at eingin lógarheimild er í Føroyum.

Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, í svari til Kára P. Højgaard í Sjálvstýri, sum spurdi Aksel V. Johannesen, løgmann, tá hann umsat samferðslumálini í landsstýrinum.

Roynt er tó at fáa lógarheimildina, sum gevur atgongd til akfarsskránna, men tann royndin lukkaðist ikki í løgtingum. 

Í Danmark ber til at fara inn á nummerplade.net og fáa alla kunning um eitt akfar við at upplýsa nummarplátuna ella stellnummarið, sigur Kári P. Højgaard.

Á heimasíðuni sæst millum annað, hvussu nógv skuld er eftir í bilinum, um bilurin hevur verið hýruvognur og um sýn. 

Tá eykalutir verða bílagdir uttanlands, ella keyptir frá øðrum handli enn tí, sum umboðar bilmerkið, er neyðugt at hava hesa vitan fyri at fáa røttu lutirnar, sigur Kári P. Højgaard. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887