Hallur Hansson skoraði fyri AC Horsens

27.11.2018 - 10:06
ÍtrótturFótbóltur
Hallur Hansson skoraði fyri AC Horsens
Hallur Hansson var við til at tryggja sigur á AGF
 

Felagið hjá Halli Hansson, AC Horsens, vann í gjár 2-1 á AGF á útivølli.

Føroyski miðvallarin kom á máltalvuna, tá bara fýra minuttir vóru spældir, tá hann legði gestirnar á odda 1-0.

Stutt fyri hálvleik økti Michael Lumb til 2-0 til AC Horsens. 

Martin Spelmann minkaði um munin fyri AGF, tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

Fleiri mál komu ikki, og tí tryggjaði AC Horsens sær trý stig í Århus.

Sigurin lyftir AC Horsens upp á sætta pláss í Superliguni.

1.FC Keypmannahavn 17 dystir 38 stig
2.FC Midtjylland 17 dystir 35 stig
3.Esbjerg 17 dystir 26 stig
4.OB 17 dystir 24 stig
5.Brøndby 17 dystir 24 stig
6.AC Horsens 17 dystir 24 stig
7.Aab 17 dystir 22 stig
8.Randers FC 17 dystir 22 stig
9.Sønderjyske 17 dystir 21 stig
10.FC Nordsjælland 17 dystir 18 stig
11.AGF 17 dystir 18 stig
12.Vendsyssel 17 dystir 16 stig
13-Vejle 17 dystir 16 stig
14.Hobro 17 dystir 15 stig

 

 

 

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Heiðraðir á vegamóti
111547
Leygardag 8. august
Føroyingar álopnir úr luftini (6:6)
111911
Leygardag 8. august
Hetta heilaga Evangeliið 16. august 2020
112092
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Tíðindafundur og Dagur og vika
111992
Hósdag 30. juli
Midnáttarsangur
111814
Mikudag 29. juli
Upp á gólv
111810
Mikudag 29. juli
Á ólavsøku 2:2
111809
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
111807