Ukreina stúrir fyri kríggi

Ukreina stúrir fyri kríggi
Støðan gerst alsamt spentari millum Russland og Ukreina. Nú ávara russarar ímóti avleiðingunum av undantaksstøðuni, sum Ukreina setur í gildi í dag
 
28.11.2018 - 10:46

Støðan gerst alsamt spentari millum Russland og Ukreina. Nú ávara russarar ímóti avleiðingunum av undantaksstøðuni, sum Ukreina setur í gildi í dag.

Ukreinski forsetin, Pedro Porosjenko, sigur í samrøðu í ukreinskum sjónvarpi, at myndugleikarnir fara at brúka allar mátar at fáa teir 24 ukreinsku sjó-hermenninar leysar aftur, sum russiska sjóverjan handtók sunnukvøldið, tá hon legði hald á trý ukreinsk sjóverjuskip í Kertsj-sundinum við Krim-hálvoynna.

- Vit fara framhaldandi at stríðast fyri at fáa ukreinararnar latnar leysar úr russiskum fongslum, tí eg eri sannførdur um, at falskar skuldsetingar verða reistar móti teimum, sigur Porosjenko í samrøðuni, sum Reuters hevur víst brot úr.

- Eftir hendingina í Kertsj-sundinum, mugu vit tryggja okkum, at ukreinskar herdeildir kunnu verja ímóti stórari innrás. Russisku stríðsvognarnir eru ikki tiknir aftur enn. Teir standa á markinum millum Russland og Ukreina, og tí ávari eg ímóti at síggja hetta sum eitt spæl. Álvarslig hóttan er um kríggj við russiska samveldið, sigur Porosjenko í samrøðuni.

Merkel mælir til dialog

Russland vikast ikki, og ávarar hvassliga móti undantaksstøðuni, og setur hart ímóti hørðum. 

Angela Merkel ringdi mánakvøldið til ukreinska forsetan, Pedro Porosjenko, og síðani til russiska forsetan, Vladimir Putin.

Í telefonsamrøðuni segði Putin, at hann er sera ørkymlaður um avgerðina í Kiev um undantaksstøðu, og vónar, at Berlin kann sannføra ukreinskar myndugleikar um, at teir ikki mugu gera fleiri fyrilitaleysar gerðir.

- Undantaksstøðan merkir ikki, at vit melda kríggj, tryggjaði ukreinski forsetin. 

Talsmaðurin fyri týsku stjórnina, Steffen Seibert, segði eftir samrøðuna, at Merkel hevði lagt dent á niðurtrappin og dialog.

Kertsj-sundið er einasta farleið til Azov-havið, og tað býtur sundur Russland og Ukreina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Mánadag 15. apríl
Víkingur hevur sett kósina
173736
Mánadag 15. apríl
Við eymk og fret
173715
Mánadag 15. apríl
Góðan morgun Føroyar
173705
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628