Makrelsemja: Tvífalt so nógv sum ICES mælir til

Makrelsemja: Tvífalt so nógv sum ICES mælir til
Føroyar, ES og Noreg hava longt makrelsemjuna til 31. desember 2020
ICES segði ikki meira enn 318.403 tons, men Føroyar, Noreg og ES samdust um meira enn tvífalt so nógv: 653.438 tons av makreli næsta ár
Mynd: savnsmynd  
 
29.11.2018 - 15:40

Føroyar, ES og Noreg hava longt makrelsemjuna til 31. desember 2020, og føroyska makrelkvotan næsta ár verður 82.339 tons.

Makrelsemjan frá mars 2014 stóð til at fara úr gildi 31. desember í ár.

Undir tingingunum í Bergen í dag var gjørt av at áseta eina mest loyvdu veiðu næsta ár uppá góð 653.000 tons. 

Hetta er meira enn tvífalt so nógv, sum ICES-ráðgevingin mælir til. 

ICES mælir til, at londini ikki fiska meira enn góð 318.000 tons. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585