Fara nú av álvara í hernað móti ljóðdálkingini

Fara nú av álvara í hernað móti ljóðdálkingini
Felagið Heimafriður stovnað í næsta mánað
Fólk fáa ikki náttarfrið fyri dálking frá skipum.
 
30.11.2018 - 07:19

Mánakvøldið 10.desember verður felagið Heimafriður stovnað í Skótahúsinum í Runavík.

Tá verður stovnandi aðalfundur. 

Nýggja felagið skal virka fyri at avmarka ótolandi ljóðdálking og luftdálking frá skipum. 

Tey, sum fyrireika felagið, siga, at ljóðdálking frá havnarløgnum og skipum er vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki. 

Tí fara fólk, sum liva undir undir hesum umstøðum, nú at stovna eitt felag, sum skal eita Heimafriður.

Einki hendir

Tey siga, at hóast tey ferð eftir ferð hava gjørt vart við trupulleikan, gera myndugleikarnir einki við hann.

Í skrivi fyrr í ár til Heilsu- og Innlendismálaráðið, siga Lars Fodgaard Møller, landslækni, og Pál Weihe, yvirlækni, at slík ljóðdálking kann vera heilsuskaðilig. 

Og leiðreglur hjá WHO vísa á sterk prógv um, at óljóð er ein av størstu umhvørvisvandunum fyri bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá fólki. 

- Vit hava gjørt av at kalla felagið Heimafriður, tí vit vilja vísa á, at sum nú er hava vit ikki so frægt sum svøvnfrið heima við hús. Vit vilja rætt og slætt fáa frið til hvíld í egnum heimi, siga fyriskipararnir. 

Mannarættur

Tey siga eisini, at 10.desember, tá stovnandi aðalfundurin verður, eru liðin 70 ár, síðani aðalfundur Sameindu tjóða samtykti heimsyvirlýsingina um mannarættindi. 

Í hesum sáttmála stendur, at øll hava rætt til hvíld og lívsumstøður, sum tryggja heilsu og vælveru.

Tey, sum fyriskipa felagið Heimafrið, eru Trina Elttør Eysturoy í Signabø, Sylvia Thomsen í Ánunum, Theodor E. Johannesen í Saltangará og Niels Midjord í Fuglafirði.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585