Bretar kunnu steðga Brexit

Bretar kunnu steðga Brexit
Embætismaðurin Manuel Campos Sanchez-Bordona sigur vegna ES-dómstólin, at bretar hava møguleika at steðga Brexit.
 
04.12.2018 - 13:45

Bretar kunnu steðga Brexit. Soleiðis sigur embætismaðurin Manuel Campos Sanchez-Bordona vegna ES-dómstólin í svari til nakrar skotskar advokatar.

Skotsku advokatarnir hava spurt, um Bretland kann taka aftur avgerðina um at fara úr ES uttan loyvi frá hinum ES-londunum.

Dómstólurin hevur fyri fyrst sent eitt svar, sum ljóðar, at hetta er møguligt við tí fyrivarni, at dómstólurin noyðist at kanna málið nærri, áðrenn endaligt svar kann gevast.

Svarið frá ES-dómstólinum kemur samstundis, sum bretska undirhúsið skal kjakast um Brexit-avtaluna hjá Theresu May fyri síðani at atkvøða um avtaluna týsdagin komandi viku.

Sanchez-Bordona sigur í skrivligari viðmerking, at hevur eitt land tikið avgerð um at fara úr ES, so eigur tað eisini at hava møguleika at broyta hugsan í tvey ára langa tíðarskeiðnum frá tí, at artikul 50 í ES-sáttmálanum er aktiveraður, og til landið endaliga er limað úr felagsskapinum.

Spurningurin um Bretland kann hálsa um hevur fyrr verið uppi og vent síðan fólkaatkvøðuna í 2016, tá ið bretar atkvøddu fyri at fara úr ES.

Men hann hevur fingið vind í seglini seinastu vikurnar. Í Bretlandi eru tað tey, sum halda, at umstøðurnar eru so nógv broyttar síðan fólkaatkvøðuna, at bretska fólkið eigur at vera spurt einaferð enn.

Hetta er ein møguleiki, men so skal bretska undirhúsið týsdagin vraka avtaluna, sum Theresa May hevur gjørt við ES.

Tey, sum taka undir við Brexit, finnast at ES-dómstólinum fyri at koma við viðmerkingini nú. Hetta er at blanda seg upp í ein spurning, sum skal svarast í Bretlandi, halda tey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010