Modric besti spælari í heiminum

04.12.2018 - 07:12
ÍtrótturFótbóltur
Modric besti spælari í heiminum
Fyrr í ár var hann kosin sum besti spælari til HM-endaspælið. Nú er hann eisini kosin heimsins besti heimsins besti spælari.
 

Í tíggju ár á rað hevur antin portugisiski Christiano Ronaldo ella argentinski Lionel Messi fingið heiðurin at vera kosin heimsins besti fótbóltsspælari.

Men vinnarin í ár er kroatiski Luka Modric. Tað var greitt í gjárskvøldið á hátíðarhaldi í Paris, har 30 leikarar vóru uppstillaðir.

33 ára gamli Modric hevði eina framúr góða HM kapping í Russlandi í summar, tá ið Kroatia kom í finaluna.

Frammanundan hevði hann vunnið í Champions League kappingina fyri triðju ferð á rað við felagnum Real Madrid.

Norska Ada Hegerberg varð kosin besti kvinnuligi leikari í 2018 og 19 ára gamli fraklendingurin Kylian Mbappe var kosin besti leikari hjá monnum undir 21 ár.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juli
Í fótafari Paulusar - 8. partur
96449
Hósdag 18. juli
Lívsleiðsskiftið (3:8)
96404
Hósdag 18. juli
Minibarrin 18. juli 2019
96869
Hósdag 18. juli
Summartímin mikudagin 17. juli
96886
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juli
Video: 5mf kvinnur, vestanstevna 2019
96751
Leygardag 13. juli
Video: 10mf, vestanstevna 2019
96750
Leygardag 13. juli
Video: 8mf, vestanstevna 2019
96749
Leygardag 13. juli
Video: 5mf gentur, vestanstevna 2019
96747