Dupult so nógv fyri eftirlønina í Danmark

05.12.2018 - 10:06
AktueltPengar
Dupult so nógv fyri eftirlønina í Danmark
Fólk í Danmark fáa nógv meira enn fólk í Føroyum fyri pengarnar, sum tey gjalda til eftirløn
Uppsparing til eftirløn gevur nógv meira í Danmark enn í Føroyum.
 

Fólk í Danmark fáa nógv meira enn fólk í Føroyum fyri pengarnar, sum tey gjalda til eftirløn.

Ein kanning hjá Tryggingareftirlitinum vísir, at miðal avkastið frá 2011 til 2016 er sjey prosent í Danmark, men 4,2 prosent í Føroyum.

Talan er um 3,7 mió. kr. á muni, tá roknað er við uppsparing í 40 ár, 3,4 mió. kr. í Føroyum og meira enn tað dupulta, 7,1 mió. kr. í Danmark.

Mánaðarlønin í døminum er 30.000 kr. og eftirlønin er 15 prosent. Tá eru goldnar 2.700 kr. í eftirløn eftir skat.

Íløguavkastið í 2017 var eisini nógv lægri hjá teimum føroysku feløgunum. 

Gjøgnumskygni

Kanningin hjá Tryggingareftirlitið er ein liður í at fremja gjøgnumskygni á tryggingarmarknaðinum. 

Sambært Tryggingareftirlitinum hava føroysku lívstryggingarfeløgini og pensjónsfeløgini eru varnari við íløgunum.

Tey hava sett tey hava sett ein munandi størri part av íløgunum í lágrentu stats- og realkreditlánsbrøv. 

Donsk feløg hava gjørt fleiri íløgur í partabrøv og lánsbrøv við hægri rentu, sum seinastu árini hava givið hægri avkast. 

Stórur munur

Tó er lutfalsliga stórur munur á miðal íløguavkastinum hjá teimum einstøku føroysku feløgunum, tí feløgini hava ymiskan íløguprofil.

- Tað er týðandi, at feløgini støðugt hugsa gjølla um teirra íløgupolitikk, so tey liva upp til ábyrgdina at veita eftirlønarsamanspararunum mest møguligt avkast í mun til váðan, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Tryggingareftirlitinum. 

- Eg vóni, at kanningin kann vera við til at skapa gjøgnumskygni á marknaðinum, sum kann vera við til at betra um vitanina hjá eftirlønarsamanspararunum um egnar eftirlønarskipanir. 

Tryggingareftirlitið fer at arbeiða fyri størri gjøgnumskygni, soleiðis at eftirlønarsamanspararnir fáa viðkomandi og eins upplýsingar, sum eisini kunnu nýtast til at samanbera avkast og kostnað hjá teimum einstøku feløgunum, sigur Jógvan Thomsen.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Góðan morgun Føroyar 10.07.2020
111236
Fríggjadag 10. juli
Morgunlesturin fríggjamorgunin 10. juli 2020
110792
Hósdag 9. juli
Ein táttur er silvur 2.partur
111175
Hósdag 9. juli
Tilvera: Mammudagur
111218
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. juli
Hvalbiartunnilin skotin ígjøgnum
111104
Týsdag 7. juli
3-2
111099
Hósdag 2. juli
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938