Hørður Askham til HB

Hørður Askham til HB
Verjuspælarin, Hørður Askham, hevur skrivað sáttmála við føroyameistaran, HB.
Hørður Askham og formaðurin í HB, Kaj Leo Holm Johannesen
 
05.12.2018 - 10:46

Hørður Askham, sum seinastu tvey kappingarárini hevur spælt fyri KÍ, fer at spæla fyri HB í 2019.

HB skrivar á sínari Facebook-síðu, at sáttmáli er undirskrivaður.

Hørður Askham er uppvaksin í HB, men hevur ongantíð spælt vaksnamannafótbólt har.

Sum vaksin hevur hann umboðað B36, 07 Vestur og KÍ.

Hørður Askham verður mest brúktur í miðverjuni, men hann kann eisini spæla á verjukenda miðvøllinum.

Tað er ikki óhugsandi, at hann skal avloysa miðvallaran Binna Hloðversson, sum framvegis ikki hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við HB.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628