Mugu hava nýggjan aðalfund

Mugu hava nýggjan aðalfund
Fólk, sum ikki eru limir í felagnum, atkvøddu á fundinum, sum var í farnu viku, og tí er neyðugt við nýggjum aðalfundi í Streymoyar Sjálvstýrisfelag
Bjørn á Heygum er formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelagi.
 
06.12.2018 - 15:38

Órógv er í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, og neyðugt er við bæði nýggjum aðalfundi og nýggjum eykaaaðalfundi, tí fólk sum ikki eru limir í felagnum, atkvøddu á fundinum sum var í farnu viku, sigur formaðurin, Bjørn á Heygum.

Allar samtyktir strikaðar

Aðalfundurin og eykaaðalfundurin, sum Streymoyar Sjálvstýrisfelag helt í farnu viku, var ikki sum hann skuldi, og tí er einki av tí, sum varð samtykt á fundinum galdandi.

Tað sigur formaðurin í felagnum, Bjørn á Heygum. Hann sigur, at nevndin hevur tikið avgerð um at lýsa til nýggjan aðalfund og eykaaðalfund.

Fólk, sum ikki vóru limir, atkvøddu

Orsøkin er, at fleiri, sum møttu á aðalfundinum í farnu viku, og sum atkvøddu á fundinum, als ikki eru limir í felagnum. Og tí høvdu tey ikki loyvi at atkvøða, sigur Bjørn á Heygum.

Tað møttu fleiri fólk á aðalfundinum, sum limirnir í nevndini ongantíð høvdu sæð á fundi fyrr, og tá fundurin var liðugur, gjørdi nevndin av at kanna viðurskiftini hjá teimum. Tað vísti seg, at tey ikki vóru limir í felagnum, og tí høvdu tey ikki rætt at atkvøða.

Tí er neyðugt við nýggjum aðalfundi og eykaaðalfundi, men nær hann verður, er ikki avgjørt enn, sigur formaðurin.

Aðalfundur og eykaaðalfundur í einum

At lýst var bæði til aðalfund og eykaaðalfund samstundis, kom av, at viðtøkurnar siga, at minst helvtin av limunum skulu vera á fundi fyri at taka avgerðir. Tað hendir sjálvdan og fyri at kunna avgreiða málini, sum skuldu avgreiðast, var tí lýst til eykaaðalfund beint eftir aðalfundin, tí tá er nóg mikið við vanligum meiriluta.

Men eftir ógreiðu viðurskiftini, sum vóru á fundinum í farnu viku, er neyðugt við nýggjum aðalfundi og eykaaðalfundi, sigur Bjørn á Heygum, formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652