Fiska minni í russiskum sjógvi

Fiska minni í russiskum sjógvi
Føroyingar og russar sleppa at fiska eitt sindur minni hjá hvørjum øðrum næsta ár. Fiskiveiðiavtala var undirskrivað í gjár.
Mynd: Mynd: Fiskimálaráðið  
 
08.12.2018 - 10:41

Mynstrið í avtaluni er framvegis, at Føroyar lata Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi, afturfyri at Føroyar fáa botnfisk og rækjur í russiskum sjógvi, sigur Fiskimálaráðið.

Lívfrøðiliga ráðgevingin fyri næsta ár er, at veiðan eftir toski og hýsu skal minka. 

Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi í 2019 verður 15.690 tons, og hýsukvotan verður 1.569 tons. Tilsamans lækkar føroyska toska- og hýsukvotan í russiskum sjógvi 6,6 prosent.

Rækjukvotan verður 5.000 tons, og hon er óbroytt. Fiskimálaráðið hevði annars væntað, at rækjukvotan fór at minka, tí fleiri og fleiri skip eru farin at fiska rækjur í Barentshavinum.

Russiska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi verður óbroytt næsta ár. Hon er 81.000 tons. Haraftrat sleppur Rusland eisini at fiska nakað av svartkjafti í Føroyum við kvotu, sum landið hevur fingið tillutað gjøgnum NEAF-C.

Hinvegin sleppa russar at fiska nakað minni av makreli og sild í føroyskum sjógvi næsta ár, sambært avtaluni, sum varð undirskrivað í gjár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010