Rok í gøtunum í París

Rok í gøtunum í París
Fleiri hundrað fólk eru handtikin í stórum mótmælistiltøkum í franska høvuðsstaðnum.
 
08.12.2018 - 12:27

Løgreglan brúkar millum annað táragass móti teimum mongu túsund, sum eru farin út á gøturnar at mótmæla millum annað hægri avgjøld á brennievni. Fleiri hundrað fólk eru handtikin í ófriðinum.

Danska uttanríkisráðið mælir dønum í Fraklandi frá at nærkast mótmælistiltøkunum í París og øðrum fronskum býum í dag, tí stórur vandi er fyri harðskapi. 

Løgreglan hevur funnið skímaskur, petangkúlur og vápn í bilum nærhendis økinum við Champs Élysées og sigursboðan, siga tíðindafólk hjá Danmarks Radio, sum eru í París. 

Eini 89.000 løgreglufólk eru á gøtunum í dag - tað er tvær ferðir so nógv sum seinasta leygardag. Hetta fyri at fyribyrgja, at mótmælini, eins og seinasta leygardag, elva til samanbrestir og oyðileggingar. 

Fraklendingar mótmæla millum annað, at franska stjórnin ætlar at hækka oljuavgjøldini í landinum.

Eftir ófriðin seinasta leygardag hevur franska stjórnin slakað og slept upprunaligu ætlanini um at hækka oljuavgjaldið, men ónøgdin er størri enn so. Tí hava fronsku myndugleikarnir fyrireikað seg til ógvusligam ófrið í dag. 

Sum skilst, so ynskja fólk eina nýggja skattaskipan, meira í pensjón og lægri pensónsaldur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585