1700 fólk handtikin eftir ófrið í París

1700 fólk handtikin eftir ófrið í París
Løgreglan brúkti táragass og vatnkanónir, tá 10.000 mótmælisfólk savnaðust í París leygardagin
Tilsamans 125.000 mótmælisfólk vóru í gøtunum í Fraklandi leygardagin. Í París vórðu meira enn 1.700 mótmælisfólk handtikin
Mynd: AP  
 
09.12.2018 - 09:51

Meira enn 1700 fólk eru handtikin eftir ringan ófrið í París um vikuskiftið, og meira enn 1200 fólk eru varðhaldsfongslað, sambært fronskum sjónvarpi.

Fronsku myndugleikarnir meta, at umleið 10.000 mótmælisfólk gjørdu um seg í franska høvuðsstaðnum París í gjár, sambært Ritzau. Handlar vórðu rændir, eldur varð settur á bilar og smágrót kastað eftir løgregluni.

Løgreglan svaraði aftur við at brúka táragass og vatnkanónir móti mótmælisfólkunum, og hevur higartil varðhaldsfongslað meira enn 1200 mótmælisfólk eftir ófriðin í gjár.

125.000 mótmælisfólk í gøtunum

Myndugleikarnir valdu í gjár at steingja handlar í París, steðga tokferðsluni og avlýsa fótbóltsdystir og konsertir. Tilsamans 89.000 løgreglufólk vórðu sett inn at basa ófriðinum, og bara í París vórðu 8.000 løgreglufólk sett inn.

Sambært innanríkisráðharranum í Fraklandi fingu 135 fólk skaða í ófriðinum leygardagin. 17 av teimum særdu eru løgreglufólk. Mótmælisgongur vóru eisini aðrastaðni í Fraklandi í gjár.

Sambært fronskum sjónvarp mótmæltu umleið 125.000 fólk ymsastaðni í Fraklandi. Ófriðurin í Fraklandi kemur í kjalarvørrinum av, at franska stjórnin millum annað ætlar at hækka prísin á brennievni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887