Kostar milliónir at betra busssamband í Eysturoy

Kostar milliónir at betra busssamband í Eysturoy
Busssambandið er annars nóg væl samskipað, sigur landsstýrismaðurin
Koyringin er nóg góð, sigur landsstýrismaðurin. Hon kann verða betri, sigur tingmaður.
 
11.12.2018 - 07:29

Eysturoyartunnilin verður tikin við, tá koyringin hjá Bygdaleiðum verður boðin út av nýggjum í næstum.

Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um samskipanina hjá Bygdaleiðum á leiðunum millum Havnina og Klaksvík.

Tingmaðurin sigur, at fólk við Skálafjørðin hava ikki nóg gott busssamband við Havnina og Klaksvík.

Landsstýrismaðurin svarar, eftir at hava spurt Strandfaraskip landsins, at samskipanin hjá Bygdaleiðum er nóg góð.

- Men um tað skuldi verið so, at onkur partur av koyringini kundi verið betur samskipaður, eri eg altíð til reiðar til at hyggja nærri upp á hetta saman við Strandfaraskipum landsins, sigur Heðin Mortensen eisini.

Strandfaraskip landsins hava roknað út, at koyringin, sum Kári P. Højgaard nevnir, kostar fýra mió. og 850.000 kr. umframt meirvírðisgjald meira enn koyringin kostar nú. 

Men tað er sambært verandi sáttmálum. Og koyringin hjá Bygdaleiðum verður boðin út í næstum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887