Misti menningarkvotuna, tí hon ikki fór til oynna

bannari
Misti menningarkvotuna, tí hon ikki fór til oynna
Vørðustíggjur fekk mennningarkvotu, tí felagið er í Sandoynni, og fiskurin, felagið fekk, skuldi avreiðast i Sandoynni fyrst og fremst
Vørðustíggjur eigur trolaran Eysturbúgvan, sum sjálvur annar fiskaði menningarkvotuna hjá Vørðustíggi.
 
11.12.2018 - 10:55

Vørðustíggjur fekk mennningarkvotu, tí felagið er í Sandoynni, og fiskurin, felagið fekk, skuldi avreiðast i Sandoynni fyrst og fremst.

Økisrættarligu treytirnar í Sandoynni taldu nógv, hóast metingarnevndin, sum gjørdi tilmælið um menningarkvotur, segði, at virkisætlanin var ikki fullfíggjað. 

Partafelagið Vørðustíggjur í Sandoynni hevur mist menningarkvotuna.

Tað sæst í svari til advokatin hjá felagnum frá Fiskimálaráðnum. Útvarpið hevur fingið innlit í svarið, sum er dagfest 3.desember.

Vørðustíggjur fekk eitt árs menningarkvotu, 1.300 tons av makreli og 1.000 tons av norðhavssild. 

Skipini, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, fingu 240 tons av makreli og 125 tons av sild í part av menningarkvotuni.

Vørðustíggjur missir tí, sambært hesum, 820 tons av makreli og 750 tons av norðhavssild. 

Fiskurin skuldi landast til fiskavirkið í Skopun, og eisini fekk reiðaríið loyvi at landa til virkið í Hvalba.

Men tá avtornaði, vóru reiðaríið og Sandoy Seafood ikki samd um treytirnar fyri at landa makrel og norðhavssild til virkið í Skopun.

Fór til Fuglafjarðar

Fiskurin, sum Vesturbúgvin og Eysturbúgvin fiskaðu, fór til Pelagos í Fuglafirði, sum ikki hevur menningarkvotu.

Vørðustíggjur skeyt upp, at menningarkvoturnar hjá felagnum vórðu minkaðar 20 prosent, og tey 80 prosentini, sum tá eru eftir, verða avreidd í Hvalba, sum eisini hevur fingið menningarkvotur.

20 prosent høvdu kunnað verið avreidd í Skopun, tók virkið har ímóti.

Men Fiskimálaráðið góðtók ikki hetta og gjørdi álvara av at taka tað, sum er eftir av menningarkvotuna, aftur. 

ørðustíggjur fekk mennningarkvotu, tí felagið er í Sandoynni, og fiskurin, felagið fekk, skuldi avreiðast i Sandoynni fyrst og fremst.

Økisrættarligu treytirnar í Sandoynni taldu nógv, hóast metingarnevndin, sum gjørdi tilmælið um menningarkvotur, segði, at virkisætlanin var ikki fullfíggjað. 

Partafelagið Vørðustíggjur í Sandoynni hevur mist menningarkvotuna.

Tað sæst í svari til advokatin hjá felagnum frá Fiskimálaráðnum. Útvarpið hevur fingið innlit í svarið, sum er dagfest 3.desember.

Vørðustíggjur fekk eitt árs menningarkvotu, 1.300 tons av makreli og 1.000 tons av norðhavssild. 

Fiskurin skuldi landast til fiskavirkið í Skopun, og eisini fekk reiðaríið loyvi at landa til virkið í Hvalba.

Men tá avtornaði, vóru reiðaríið og Sandoy Seafood ikki samd um treytirnar fyri at landa makrel og norðhavssild til virkið í Skopun.

Fiskurin, sum Vesturbúgvin og Eysturbúgvin fiskaðu, fór til Pelagos í Fuglafirði, sum ikki hevur menningarkvotu.

Vørðustíggjur skeyt upp, at menningarkvoturnar hjá felagnum vórðu minkaðar 20 prosent, og tey 80 prosentini, sum tá eru eftir, verða avreidd í Hvalba, sum eisini hevur fingið menningarkvotur.

20 prosent høvdu kunnað verið avreidd í Skopun, tók virkið har ímóti.

Men Fiskimálaráðið góðtók ikki hetta og gjørdi álvara av at taka tað, sum er eftir av menningarkvotuna, aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Mánadag 15. apríl
Víkingur hevur sett kósina
173736
Mánadag 15. apríl
Við eymk og fret
173715
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628