Fer at biðja tingið um loyvi at siga upp sáttmála

Fer at biðja tingið um loyvi at siga upp sáttmála
Uppskot til samtyktar um heimild at siga upp Hoyvíkssáttmálan er sent til hoyringar.  
Landsstýrið vil hava loyvi frá løgtinginum at siga upp Hoyvíkssáttmálan.
 
12.12.2018 - 06:55

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, fer fyrsta dagin at biðja løgtingið um loyvi til at siga Hoyvíkssáttmálan upp.

Uppskot til samtyktar um heimild at siga upp Hoyvíkssáttmálan varð sent til hoyringar í gjár.
 
Hoyringarfreistin er sera stutt. Hon er til middags í morgin.

Hoyvíkssáttmálin við Ísland varð gjørdur á sumri 2005.

Men fyri einum ári síðani kom so lógin um, hvussu sjófeingið skal fyrisitast, tað er fiskivinnunýskipanin.

Og sambært henni kunnu útlendingar ikki eiga í føroyskum fiskiskipum.

Hesum hava íslendingar mótmælt, tí lógarásetingin er brot á Hoyvíkssátmálan, verður sagt haðani.  

Men lógin um sjófeingi verður ikki broytt. Útlendingar skulu úr fiskiflotanum í Føroyum sum frá líður, íslendingar fingu sjey ára skiftistíð.

Landsstýrið hevur í brævi til íslendsku stjórnina 30.november gjørt greitt, at eydnast ikki at tillaga Hoyvíkssáttmálan, kann verða talan um at siga sáttmálan upp. 

Hetta varð gjørt eftir ráðførslu við Uttanlandsnevndina tann 29.november.

Samhandilin skal halda fram

Fær landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum heimild frá løgtinginum til at siga upp Hoyvíkssáttmálan, kann fráboðan um uppsøgn verða send íslendsku stjórnini í seinasta lagi 31.desember í ár.

Endamálið við uppsøgnini er ikki at koma í ta støðu, at als eingin sáttmáli skipar viðurskiftini og serliga handilin millum Ísland og Føroyar. 

Landsstýrið fer at virka fyri at fáa semju við íslendsku stjórnina um nýggjan sáttmála fyri at tryggja, at samhandilin millum partarnar kann halda fram, samstundis sum samsvar er millum sáttmálagrundarlagið og føroyska lóggávu. 

Hetta krevur tó semju millum báðar partar, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851