Fíggjarstjórin í Huawei leyslatin

Fíggjarstjórin í Huawei leyslatin
Fíggjarstjóran í Huawei, Wanzhou Meng, er leyslatin móti veðhaldi í Kanada.
 
12.12.2018 - 11:40

Ein kanadiskur dómstólur hevur avgjørt at lata fíggjarstjóran í Huawei, Wanzhou Meng, leysa móti veðhaldi, sum er 10 milliónir dollarar.

7,5 milliónir dollarar skulu rindast í reiðum peningi, skrivar Reuters.

46 ára gamla Wanzhou Meng varð tikin í Vancouver 1. desember. Hon noktar seg seka í skuldsetingunum.

Hóast Meng er latin leys móti veðhaldi, skal hon verða verandi í Vancouver, til støða er tikin til, um hon skal útflýggjast USA, har Meng er undir illgruna fyri at hava brotið reglur um tiltøk, sum USA hevur sett í verk móti Iran.

Kanadiski dómarin hevur gjørt av, at fíggjarstjórin í Huawei skal lata pass og ferðaskjøl frá sær, og hon er eisini undir elektroniskum eftirliti.

Trygdarfólk skulu fylgjast við henni, tá hon fer út fyri dyr í Vancouver, og Meng skal halda seg innandura frá klokkan 11 á kvøldi til klokkan seks á morgni.

Kina sigur, at tað er brot á mannarættindini, at fíggjarstjórin í Huawei verður hildin aftur í Kanada.

Kina hevur hótt við móttiltøkum móti bæði Kanada og USA, verður hon ikki latin leys.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628