Góð semja men sera lítil útflutningur til Íslands

Góð semja men sera lítil útflutningur til Íslands
Vandi er fyri GATT-tolli, verður Hoyvíkssáttmálin tikin av
GATT-tollur kemur í staðin fyri tollfrælsi, verður Hoyvíkssáttmálin sagdur upp og einki annað kemur fyri hann.
 
12.12.2018 - 12:02


Føroyar útfluttu fyri átta milliardir krónur í 2016, men bara 2,5 prosent var útflutningur til Íslands.  

Uttanríkis- og Innlendismálaráðið ásannar, at tað kann vera óheppið, at Hoyvíkssáttmálin verður uppsagdur, samstundis sum landsstýrið strembar eftir at fáa í lag handilssáttmálar við onnur lond. 

Í royndunum at betra um handilsviðurskiftini við fremmand lond, verður stundum víst til Hoyvíkssáttmálan sum dømi
um mest víðfevnda fríhandilssáttmála, sum landsstýrið hevur gjørt. 

Um Hoyvíkssáttmálin verður uppsagdur, og eingin annar handilssáttmáli kemur í staðin, verður avleiðingin, at GATT-tollur verður lagdur á vørur, sum verða fluttar millum londini. 

Tað setir fyritøkurnar í londunum báðum í eina verri kappingarstøðu á marknaðunum hvør hjá øðrum.

Hoyvíkssáttmálin er mest víðfevndi fríhandilssáttmáli, Føroyar hava við onnur lond.

Búskapurin í báðum londum

Sáttmálin byggir á eina ætlan um at fremja búskaparligu viðurskiftini millum Ísland og Føroyar og at samskipa
búskaparligu menningina í londunum báðum. 

Sáttmálin bindir Føroyar og Ísland saman í eitt felags búskaparøki, har sum vørur, tænastur, fólk og kapitalur kunnu flytast frítt millum londini bæði.

Sáttmálin setir forboð fyri at gera mun á Føroyum og Íslandi.

Ein felagsnevnd er sett at tryggja, at ætlanirnar við sáttmálanum verða framdar, og at sáttmálin virkar sum hann skal. 

Í felagsnevndini eru fólk úr føroyska uttanríkisráðnum og íslendska uttanríkisráðnum.

Hoyvíksráð

Harafturat er eitt Hoyvíksráð. 

Í tí eru landsstýrismaðurin og ráðharrin, sum hava ábyrgd av sáttmálanum. Teir hittast eina ferð um árið.

Hóast nøkur mál eru loyst, so hevur tað í mongum førum víst seg at vera trupult at finna eina loysn í øðrum málum. 

Tað er ein avbjóðing, at ávísar skyldur sambært EBS-sáttmálanum binda Island.

Føroyar hava ikki bundið seg til slíkar skyldur.

Dømi um óloyst mál eru heilivágur úr Føroyum til Íslands og landbúnaðarvørur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584