Íslendskir pengar skulu úr fiskiskipaflotanum

Íslendskir pengar skulu úr fiskiskipaflotanum
Verður Hoyvíkssáttmálin ikki sagdur upp nú, halda rættindini hjá íslendskum íleggjarum í føroyskum fiskiskipum fram eftir 1.januar 2025
Íslendingar skulu vera farnir úr føroyska fiskiflotanum í 2025, sigur lógin um sjófeingi.
 
12.12.2018 - 11:47

Verður Hoyvíkssáttmálin ikki sagdur upp nú á nýggjárinum, halda rættindini hjá íslendskum íleggjarum í føroyskum fiskiskipum fram eftir 1.januar 2025.

Tá skulu íslendskir pengar fara úr føroyska fiskiskipaflotanum sambært lógini um sjófeingi.

Tann ásetingin verður ikki broytt, sigur landsstýrið. 

Og tá semja ikki fekst um at laga Hoyvíkssáttmálan til eftir lógini um sjófeingi, er ikki annað at gera enn at siga sáttmálan upp, sigur landsstýrið.

Sáttmálin sigur, at fyrimunir, sum íleggjarar ella tænastuveitarar hjá øðrum landinum hava fingið í hinum landinum, eru galdandi í minst fimm ár eftir, at sáttmálin fer úr gildi.

Fyri íslendskar íleggjarar í føroyskum fiskiskipum merkir hetta, at teir hava krav uppá at varðveita galdandi treytir í minsta lagi í seks ár frá tí degi, sáttmálin er uppsagdur. 

Tíðin gongur undan

Tí er umráðandi hjá landsstýrinum at fáa Hoyvíkssáttmálan sagdan upp nú á nýggjárinum.

Landsstýrið hevur gjørt sáttmálan við Ísland saman við donsku stjórnini.

Landsstýrið er í samskifti við donsku stjórnina um málið.

Hóast løgtingið samtykkir, at Hoyvíkssáttmálin kann sigast upp, merkir tað ikki, at lógin, sum setti sáttmálin í gildi, fer úr gildi. 

Tí fer landsstýrismaðurin seinni at leggja uppskot fyri tingið um at seta lógina úr gildi, sum setti Hoyvíkssáttmálan í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628