Undraðist á leiklutin hjá forstjóranum

bannari
Undraðist á leiklutin hjá forstjóranum
Sakførarin hjá Fíggjarligum Støðufesti avhoyrdi Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóra í Eik, í gjár
 
12.12.2018 - 08:45

- Det kan jeg ikke huske. Jeg kan ikke huske det, jeg kan bare sige, det jeg kan se, at jeg har svaret dengang.

Tað var í fleiri førum tað, sum sakførarin hjá Fíggjarligum Støðufesti, Claus Juel Hansen, fekk burturúr sínum spurningum, tá hann royndi at grava í manglandi samskipan í gamla Eik-bankanum í sambandi við tilmæli um fígging - ella mangul uppá sama í samband við milliónaverkætlanirnar Sydporten og RGW, tá hann avhoyrdi Marner Jacobsen fyrrverandi forstjóra í Eik í gjár. 

Vildi vita, hví forstjórin ikki skrivaði undir sjálvur

Uppáhaldið hjá Fíggjarligum Støðufesti er millum annað, at føroyski bankin ikki sjálvur viðgjørdi tilmælini um milliónafíggingina til nevndina, men bara undirskrivaði tilmælini, sum danski bankin hevði gjørt í samband við verkætlanirnar Sydporten og Rømø Golf og Wellness Center, sum eisini vóru fíggjaðar í danska Eik. 

Sakførarin vildi vita, hví tað í summum førum var stjórin, Bjarni Olsen, og ikki Marner Jacobsen sjálvur, sum skrivaði undir føroysku skjølini í málunum. Svarið var, at Marner Jacobsen, sum var nevndarformaður í danska Eik og stjóri í føroyska bankanum, ikki kundi skriva undir, tí so sat hann báðu megin borðið. Hann var tó kunnaður um tað og tók undir við tí.

Ilt at siga 13 ár seinni

Manglandi systematikkur í hvør skrivar, og hvat er útfylt á formligu skjølunum, var somuleiðis eitt evni, sum Fíggjarligt Støðufesti hefti seg við. 

Fundarfrágreiðingar, har nevndin í bankanum fílist á ov lítla tíð til at viðgera mál, og mál, har tilmælið ikki kemur til nevndina yvirhøvur, vórðu eisini tikin fram. 

Men akkurát hví og nær okkurt skjal varð undirskrivað og ikki varð undirskrivað - nær eitt timæli um fígging var á skrá hjá nevndini samanborið við, nær tað varð undirskrivað av formanninum afturi í 2005, er ilt at minnast í dag. Í fleiri førum var tað svarið, sum Claus Juel Hansen mátti taka til takkar við. 

Veðhald flutt í Eik banka

Í fíggingarleistinum í sambandi við Sydporten, har BRF Kredit skuldi standa fyri 27 milliónum, Eik Grunnurin fyri 27 og Eik banki fyri 27, skal Eik grunnurin harafturat veðhalda fyri 92,5 milliónir í fall av, at BRF kreditt líður tap.

Hesar 92,5 milliónir, sum BRF seinni gjørdi krav uppá, verða tó fluttar yvir í Eik banka, men eingin nevndarviðgerð er av hesum, staðfesti sakførarin hjá Fíggjarligum Støðufesti út frá fundarfrágreiðingum.

Hinvegin kemur tað seinni fram í eini fundarfrágreiðing, at játtanin av veðhaldinum upp á 92,5 milliónir verður staðfest á nevndarfundi, vísti sakførarin hjá Fíggjarligum Støðufesti á. 

Fyrrverandi forstjórin var somuleiðis tráspurdur um, hvussu nógv hann visti um fortíðina hjá manninum aftanfyri Sydporten verkætlanina, Vagn Andersen, sum hevur ein gamlan dóm fyri at smugla yvir 100 kg av hassji. Nær visti hann tað, og hvat kunnaði hann nevndina um. 

Tað minnist eg ikki, men eg havi kunnað tey um tað, sum eg helt var relevant, við tí vitan eg hevði, var svarið.

Heldur fram komandi tíðina

Avhoyringin av Marneri Jacobsen heldur fram í dag. 

Í næstu viku verða stjórin í Fíggjarligum støðufesti, Henrik Bjerre-Nielsen, og hinir stevndu í málinum, Frithleif Olsen, fyrrverandi nevndarformaður í Eik, Odd Bjellvåg, fyrrverandi næstformaður, og Bjarni Olsen, fyrrverandi stjóri í Eik banka, avhoyrdir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887