Má hava hjálp til at samtykkja uppskot um streym

Má hava hjálp til at samtykkja uppskot um streym
Samgongan má hava hjálp úr andstøðuni ella frá uttanflokkatingfólkunum til uppskotið um bíligari streym til elbilar og hitapumpur
Bara tey ríku hava ráð til elbil, sigur Kristin Michelsen, tingmaður.
 
13.12.2018 - 07:04

Samgongan má hava hjálp úr andstøðuni ella frá uttanflokkatingfólkunum, skal hon hava uppskot sítt um bíligari streym til elbilar og hitapumpur samtykt í løgtinginum.

Kristin Michelsen tekur ikki undir við uppskotinum, og mælir tinginum frá at samtykkja tað.

Rættarnevndin hevur skrivað álit um uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um at broyta elveitingarlógina.

Nevndin býtti seg í tríggjar minnilutar.

Ingolf S. Olsen, Sonja J. Jógvansdóttir og Ruth Vang taka undir við málinum og mæla til, at uppskotið verður samtykt.

Tungolja brúkt at gera bíligan streym

Magnus Rasmussen, Edmund Joensen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir siga, at vit hava fyrst og fremst brúk fyri einari yvirskipaðari og ítøkiligari ætlan um, hvussu vit fáa einar grønar Føroyar. 

Tey halda ikki, at tað er rætt, at tað almenna skal velja serstakar grønar orkuloysnir fyri fólk.

Hetta eiga fólk sjálvi at gera.

Ætlanin hjá landsstýrinum í hesum ítøkiliga málinum er eisini í andsøgn við ætlanina um einar grønar ella grønari Føroyar. 

Uppskotið eggjar til størri streymnýtslu. Og tungolja verður brúkt til at gera hendan streymin, sigur andstøðan í Rættarnevndini. 

Vendir sosialt skeivt

Kristin Michelsen tekur heldur ikki undir við uppskotinum.

Hann heldur, at fyri at fáa streymprísin niður fyri øll, skal elveitingarlógin broytast, so kapping verður um brúkaran. 

Kapping gevur lægri prís, sigur hann.

Hann sigur eisini, at uppskotið hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum vendir sosialt skeivt, tí tað eru bara tey vælbjargaðu, sum hava hitapumpu og elbil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851