Flest fødd uttanfyri hjúnaband

Flest fødd uttanfyri hjúnaband
Meira enn annað hvørt barn í Føroyum verður føtt uttan fyri hjúnaband. Í fjør vórðu 54,5 prosent fødd uttan fyri hjúnaband
 
14.12.2018 - 17:33

Flestu mammurnar búgva saman við pápanum. 38 mammur búðu tó ikki saman við pápanum.

571 av teimum 652 børnunum, sum vórðu fødd á lívi í 2017, vórðu fødd rættstundis, - tað er í viku 37 til 41. Tað vísa nýggjastu hagtølini frá landslækinanunum fyri 2017.

Hagtølini vísa eisini, at í 2017 vórðu flestu pápa ml. 30 og 34 ár, tá barnið varð føtt. Ein pápi var yngri enn 17 ár og 19 pápar vórðu eldri enn 45 ár, tá barnið varð føtt. 

Tvær mammur vóru yngri enn 17 ár, tá tær áttu, og ein varð eldri enn 45 ár. Í 2017 eru flestu mammurnar eru ml. 25 og 29, tá tær áttu, stendur m.a. í ársfrágreiðingini hjá Landslæknanum fyri 2017.

Hægsta burðarvekt í 2017 var ein drongur, sum vigaði 5360 gramm, - 11 og eitt hálvt pund, tá hann varð føddur. Í miðal, var hægsta burðarvektin í Sandoynni, 3798 gramm.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851