Landsverk skjýtur ábyrgdina á BIG og MMR

bannari
14.12.2018 - 14:09
AktueltSamfelag
Landsverk skjýtur ábyrgdina á BIG og MMR
Landsverk skjýtur ábyrgdina av byggigøluni í Marknagili yvir á arkitektafyritøkuna BIG og á politisku skipanina.
 
 

Landsverk skjýtur ábyrgdina av byggigøluni í Marknagili yvir á arkitektafyritøkuna BIG og á politisku skipanina, sum frá byrjan hevði órealistiskar vónir um, hvat kundi fáast fyri játtaðu pengarnar.

Landsverk vísir á roknifeilir, misskiljingar og órealistiskar væntanir um, hvussu nógv kundi fáast fyri játtaðu pengarnir. Tað kemur millum annað fram í frágreiðingini, sum Landsverk hevur givið Samferðslumálaráðnum, um skúlabyggingina í Marknagili.

Mentamálaráðið skuldi góðkenna alt

Frágreiðingin skal fyrst og fremst skiljast sum svar frá Landsverki til Samferðslumálaráðið, og tí er sannlíkt, at aðrir aktørar í verkætlanini hava eina aðra fatan.

Longu í 2008 boðaði Landsverk Mentamálaráðnum frá, at Landsverk ikki kundi standa inni fyri upphædd og fermetratali, sum varð upplýst í lógaruppskotinum um skúladepilin.

Kortini var lógaruppskotið samtykt, har byggiútreiðslurnar ikki skuldu koma upp um 391 milliónir krónur.

Samstarvið millum Landsverk og Mentamálaráðið varð skipað soleiðis, at: 

"Mentamálaráðið skuldi góðkenna allar fasur, val av prosjekti, ráðgeving, útboði o.a. og taka avgerð um allar broytingar í mun til givnar karmar", sum tað stendur í frágreiðingini frá Landsverki.

Ávaraðu um fíggjarligan váða í 2011

Í 2011 ávaraði Landsverk um at býta arbeiðið upp í fleiri arbeiðstøkur, tí at fíggjarligi váðin hjá Landsverki og Mentamálaráðnum var ov stórur. Mentamálaráðið fylgdi ikki tilmælinum, millum annað tí at politiskt ynski var um, at føroyskir undirveitarar skuldu sleppa upp í verkætlanina.

Eftir at arbeiðið var farið í gongd, ynskti arbeiðstakarin, TG-Verk, eina prosjektbroyting. Fyritøkan vildi sleppa at stoypa trappuveggirnar á staðnum heldur enn at levera og seta teir upp sum elementveggir.

Ráðgevin BIG góðkendi broytingina, og avtalað varð, at BIG skuldi gera nýggjar útrokningar, tekningar og eftirkanningar í sambandi við broytingina.

Men í november 2014 var ein roknifeilur staðfestur, sum ein undirveitari hjá BIG hevði ábyrgdina av. Seinni fór sami undirveitari á húsagang.

Alt hetta hevði við sær, at arbeiðið við trappuveggjunum mátti steðga. Tað var fyritøkan TG-Verk ónøgd við og boðaði frá, at eitt fíggjarligt krav fór at vera sent Landsverki orsakað av, at arbeiðið var stegðað upp.

Landsverk mátti finna nýggjar undirveitarar

Ósemjurnar millum Landsverk og TG-Verk gerast fleiri og elvdi til, at TG-Verk gavst við arbeiðnum í september 2016. Landsverk mátti finna aðrar nýggjar undirveitarar.

Gerðarrættarmálið millum TG-Verk og Landsverk hevði við sær, at Landsverk mátti biðja um eykajáttan á 86 milliónir krónur í februar í 2017.

Tann umbønin um eykajáttan vaks skjótt upp í 113 milliónir krónur fyri aðrar útreiðslur.

Fleiri manglur í verkætlanini

Í oktober í ár kundi Landsverk staðfesta, at fleiri manglar vóru í verkætlanini.

Samsvar var ikki millum arbeiðstekningar, arbeiðsfrágreiðingar og tilboðslistar, ið ráðgevin, BIG, hevði framleitt.

Frá juni til oktober 2018 sendi ráðgevin 88 tekningar til Landsverk og arbeiðstakarar við broytingum og tillagingum, sigur Landsverk í frágreiðingini.

Í høvuðsheitum eru tað hesi viðurskifti, sum samanumtikið hava elvt til tann meirkostnað og ta meirnýtslu, sum hava verið í sambandi við byggingina.

Kundu lagt meira orku í løgfrøði og váðastýring

Hóast Landsverk fyri ein stóran part skjýtur ábyrgdina av byggigøluni yvir á aðrar aktørar, sum hava verið við í verkætlanini, so viðgongur stovnurin kortini, at meiri orka átti at verið sett av til løgfrøði og váðastýring.

Men Landsverk hevur kortini ta fatan, at verkætlanin hevur verið nóg væl stýrd og framd.

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum verjir eisini Landsverk. Hann sigur, at Landsverk hevur gjørt tað, sum stovnurin kundi, fyri at fáa verkætlanina á mál, og at tað eru skipanarligar orsøkir til, at málið er vorði til eina byggigølu.

Karmar og ásetingar kring stórar almennar byggingar mugu endurskoðast, og eftirmetingin eigur at fáa politisku skipanina at spyrja, um Landsverk eigur at standa fyri tílíkum stórum verkætlanum, sigur Heðin Mortensen.

Tú kanst lesa alla frágreiðingina her.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mars
Nón - 20.03.19
92516
Mikudag 20. mars
Føroysku fólkatingssessirnir
92508
Mikudag 20. mars
Mono: Um sangarinnuna Alison Krauss
92501
Mikudag 20. mars
Góðan morgun Føroyar 19. mars 2019
92509
Mikudag 20. mars
Morgunlestur mikudagur 20. mars 2019
91108
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mars
25 minuttir: Jóna Joensen
92340
Mánadag 18. mars
3-2
92439
Sunnudag 17. mars
Guðstænasta í Havnar kirkju
92392
Sunnudag 17. mars
Andakt við Óla Poulsen
92389
Leygardag 16. mars
Estetiskur fimleikur, 2 partur
92376